Eftir at griska stórfelagið, Olympiakos gav Temuri Ketsbaia, sum fekk sekkin eftir bara tvey umfør í griksku liguni, er Michael Laudrup ein av høvuðskandidatunum til venjarastarvið. Sambært griskum sjónvarpi er Michael Laudrup ein av fýra høvuðskandidatum til starvið. Laudrup hevur áður verið settur í samband við venjarastarv í Grikkalandi, men ta ferðina valdi hann at taka av tilboðnum frá Spartak Moskva.