Laudrup og Høgh skipa fyri fótbóltslegu í Føroyum

Tveir fyri fótbóltáhugaðar føroyingar navnframir danir, Brian Laudrup og Lars Høgh, fara í apríl mánað at skipa fyri fótbóltslegu í Føroyum fyri ungum føroyskum drongjum. Teir báðir fara sjálvir at standa fyri venjingunum

Leygarmorgunin kallaðu teir báðir fyrrverandi donsku landsliðsleikararnir, Brian Laudrup og Lars Høgh, føroysku fjølmiðlunum til tíðindafundar á Hotel Føroyum. Á fundinum var boða frá, at teir báðir navnframu danarnir fara at hava eina fótbóltslegu í Havn í apríl mánað fyri ungum føroyskum fótbóltsspælarum.
 
Í samstarvi við FSF
Fótbóltslegan hjá teimum nevnist Laudrup-Høgn Pro Camp, og er bert eitt ára gomul. Skipað var á fyrsta sinni fyri leguni seinasta summar, og tiltakið eydnaðist so mikið væl, at avgjørt var at halda fram við at skipa fyri slíkum legum, greiddu teir báðir frá á tíðindafundinum.
Roynt verður, at leikararnir, sum taka lut á leguni, eru á einum rímuliga høgum støði, og tí hava teir báðir Laudrup og Høgh eitt neyvt samstarv við DBU. Danska fótbóltssambandið og tær økisdeildirnar undir DBU útflýggjaðu teimum listar yvir leikarar, ið høvdu verið og vóru á ymiskum úrvalsliðum, og hesir listar vóru nýttir, tá ið teir báðir skuldu velja teir 30 luttakararnar úr millum allir teir mongu, ið høvdu søkt um luttøku á leguni.
Á fyrstu leguni av sínum slag var eisini ein føroyingur við, nevnliga ungi havnardrongurin Levi Hansen úr B36. Spurdir um, hvussu Levi stóð seg í mun til donsku javnaldrarnar, siga teir báðir við ein munn, at hann stóð seg avbera væl, og hetta gav teimum eisini ein ábending um støði á teimum ungu føroysku fótbóltsspælarunum.
Legan í Føroyum verður, sum áðurnevnt, í apríl mánað, og hon fer væntandi at vara í einar tríggjar til fýra dagar. Pláss verður fyri 22 leikarum, harav teir fýra skulu verða málverjar, sum á leguni kunnu fáa intensiva málmansvenjing frá gamla danska landsliðsmálverjanum Lars Høgh.
Allir dreingir í aldrinum 15-17 ár, sum er aldursbólkurin á leguni, kunnu søkja um pláss, og teir báðir Laudrup og Høgh vóna, at undirtøkan verður góð, so at nógvir leikarar eru at velja ímillum.
Fótbóltslegan hjá teimum báðum verður gjørd í samstarvi við FSF, og væntandi fer fótbóltssambandið at geva eina hjálpandi hond, tá ið teir leikarar, ið skulu taka lut á leguni skulu veljast út.
 
Annað enn fótbóltur
Sjálvsagt verður fótbóltur høvuðsevnið á leguni, men tíð verður eisini til okkurt annað. Eitt nú fara bæði Brian Laudrup og Lars Høgh at greiða frá síni tíð sum yrkisleikarar. Somuleiðis verða fyrilestrar um ymisk evni, so sum matvanar, lívið sum yrkisleikari, hvussu førir man seg fram í miðlunum og ymiskt annað.
Tað sosiala hevur eisini nógv at siga í lívinum hjá einum fótbóltsspælara, og tað fer eisini at verða gjørt fitt burtur úr tí á fótbóltsleguni, har dreingirnir allir koma at búgva saman, meðan legan er.
-         Tað hevur ómetaliga nógv at siga, at ein ungur drongur lærir at liva sum yrksileikari, og ikki bara verður sleptur upp á fjall, sigur Brian Laudrup.
 
Bert venjing við bólti
Sjálvar venjingarnar á fótbóltsleguni verða allar við bólti. Brian Laudrup sigur, at tað snýr seg fyrst og fremst um, at dreingirnir skulu hava tað stuttligt. ? Tað eru nógvir dreingir í júst hesum aldursbólkinum, ið ganga og hugsa um at gevast, tí at tað fótbólturin krevur so nógva orku og tíð, og at tað mangan er so einstáttað. Venjingarnar á leguni hjá okkum eru allar við bólti, og vit royna bert at venja ymiskt, sum dreingirnir halda verða stuttligt. Á henda hátt vóna vit, at vit kunnu verða við til at endurskapa gleðina við spælinum hjá onkrum dreingjum, sum møguliga eru í fyrr nevndu støðu, sigur hann.
Lars Høgh leggur afturat, at tað er eisini tankin aftan fyri leguna, at dreingir kunnu sleppa at spæla frítt. ? Tá ið teir venja heima í feløgunum, er tað í nógvum førum so, at teir eru bangnir fyri at gera okkurt skeivt, so at teir ikki eru við á liðnum í vikuskiftinum. Á fótbóltsleguni hjá okkum kunnu teir spæla frítt,  uttan at noyðast at hugsa um taktiskt upplegg og líknandi, sigur Lars Høgh.
 
Føroyska landsliðið gav íblástur
Lars Høgh, ið er tann spælarin, ið hevur leikt flest dystir í fremstu donsku deildini nakrantíð, sigur, at hugskotið til at hava leguna í Føroyum kom av, at hann hevði samstarva nakað við føroyska a-landsliðið. ? Í tí sambandi fekk eg eitt sindur av vitan um føroyskan fótbólt, og eg sá, hvussu professionelt nógv av feløgunum her uppi verða rikin. Eg greiddi tí Brian frá hesum, og vit gjørdust samdir um, at tað hevði verið eitt gott hugskot at havt eina legu her uppi, og tað er nú veruleiki, sigur hann.
Í hesum sambandi skoytir Brian Laudrup uppí, at teir hava eisini frætt um, at tað eru fleiri ungir føroyskir spælarar, ið eru farnir til enskan fótbólt í seinastuni, og hetta er eitt greitt tekin um, at menningin í føroyskum fótbólti er tann rætta, sigur hann.Sjálvt hugskotið til Laudrup og Høgh Pro Camp kom frá einari ferð hjá Lars Høgh í USA, har hann  hevði verið á einum málverjaskúla, ið bygdi á tí hugsjón, sum fótbóltslegurnar hjá teimum báðum nú byggja á, nevnliga at tað skal ve