Laudrup hevur sagt upp

Í dag hevur navnframi danin, Michael Laudrup, sagt upp sum venjari hjá Mallorca.

 

Tað var annars væntað, at Laudrup fór at blíva koyrdur í gjár. Men ístaðin var tað hjálparvenjarin, Erik Larsen, sum varð koyrdur.

 

Orsøkin var, at hann hevði havt hvassar atfinningar at forsetanum hjá Mallorca.

 

Laudrup boðaði frá uppsøgnini á tíðindafundi í morgun. Sambært Laudrup sjálvum, er orsøkin, at tað ongantíð er friður rundanum hansara persón. Hann heldur ikki, at tað er gott fyri liðið.

 

At enda segði Laudrup, at hann ynskti øllum felagnum og leikarunum tað besta.