Laudrup-heiður til føroyskan formann

Fótbóltur: Formaðurin í felagnum FC Kammeraterne, har nógvir føroyskir fótbóltsútisetar í Århus hava spælt, fekk týsdagin stóran heiður

Tað kom óvart á tey flestu, tá ein ítróttarleiðari í Århus fekk helvtina av Laudrup-heiðurslønini týsdagin.

Hendan árliga heiðursløn verður latin fólki, sum í serligan mun royna at varðveita gleðina í fótbóltsspælinum.

Í ár var heiðurslønin latin danska landsliðsspælaranum René Henriksen, sum er kendur fyri sítt eleganta verjuspæl, og Per Secher úr Århus, sum er formaður í fótbóltsfelagnum FC Kammeraterne.

Per Secher kenna flestu føroysku fótbóltsútisetar í Århus. Hann hevur farna árið verið formaður hjá einum heilum liði av føroyingum, sum hevur spælt í FC Kammeraterne. Føroyska liðið hevur verið 1. lið í felagnum, og teir spældu í seriu 5.

Frammanundan hava fleiri føroyingar spælt í felagnum, sum heldur til í Brabrand, og sum var stovnað av Per Secher sjálvum tíðliga í 80-unum.


Arbeitt millum

innflytarar

Formansstarvið í FC Kammeraterne er helst truplari enn nógv onnur líknandi størv, tí felagið liggur í Brabrand; nærindis tiltiknu Gellerup-Parkini, har nógvir innflytarar búgva. Og nógvir av hesum innflytarar ? bæði børn og vaksin ? spæla bólt í FC Kammeraterne.

Mangan hevur verið buldraligt bæði á og uttanfyri vøllin, men Per Secher hevur í serligan mun klára at fingið innflytararnar at spæla bólt, heldur enn at gera seg inn á mótstøðumenn ella at skapa sær uttanfyri vøllin.

Trupulleikin við innflytarum, sum gjørdu ov nógv um seg á fótbóltsvøllinum, var stórur eitt skifti, og tá setti jútska fótbóltssambandi eina verkætlan í gongd, sum skuldi arbeiða við trupulleikanum. Per Secher, sum kendi trupulleikarnar frá sínum umhvørvi í FC Kammeraterne, gjørdist oddamaður fyri verkætlanini, og hon hevur staðið seg sera væl.

Hetta arbeiðið hevur nú havt við sær, at heiðurslønin, sum Michael Laudrup letur á hvørjum ári, varð latin Per Secher, og saman við heiðrinum fylgja eisini 25.000 krónur.

? Hetta er tað størsta, tú kanst uppnáa sum ítróttarleiðari, segði ein fegin Per Secher, tá hann hevði fingið heiðurin á Carlsberg-savninum í Keypmannahavn týsdagin.

? Eg havi lovað dreingjaliðnum, sum eg sjálvur venji, eina ferð til Spania ella Italia, og tær 25.000 krónurnar fara til at gjalda ein part av kostnaðinum fyri ta ferðina.


Verkætlanin steðgað

Tað er annars nakað mótsigandi, at verkætlanin, sum Per Secher hevur staðið á odda fyri, nú er steðgað, tí kommunan í Århus, sum hevur verið partur av arbeiðnum, ikki heldur seg hava ráð at halda fram. Hinir partarnir í arbeiðnum eru allir klárir at brúka fleiri pengar til arbeiðið millum innflytarar í Århus.

? Eg vóni, at hesin heiður kann hava við sær, at arbeiðið hjá mær kann halda fram. Tað havi eg í hvussu so er vón um nú, sigur Per Secher.

Um arbeiðið hjá Per Secher eisini umfatar føroyskar »innflytarar«, sigur søgan einki um, men tað er ein sannroynd, at Per Secher kennir nógvar føroyskar fótbóltsútisetar.

Og kenna føroysku spælarnar Per Secher rætt, so var helst ein Ceres latin upp í felagshúsunum, tá århusianarin kom heimaftur týskvøldið.

? Pengarnir hava einki at siga, heiðurin í sær sjálvum er tað einasta, sum hevur nakað at týða, heldur Per Secher.