Tað gongur væl hjá Getafe, har hann er venjari, og nú hava stóru feløgini fingið eygað á venjaran, sum var ein legenda sum spælari í Spania. Michael Laudrup hevur fingið tilboð úr bæði Spania og Onglandi, og italsk feløg hava eisini spurt seg fyri. Laudrup hevur tó sáttmála við Getafe til summarið 2009, og tað kostar 15 milliónir krónur at keypa hann leysan áðrenn tað.