SUPERLIGAN
Kappingarneytarnir hjá FCK vóru í gávuhýri í vikuskiftinum. Teir góvu eina rúgvu av stigum burtur, og harvið øktist munurin frá FCK og niður til næstu kappingarneytarnar til níggju stig. FCK liðformaðurin, Peter Møller, hevur eina ferð vunnið DM við Brøndby við fimtan stigum fleiri enn næstu liðini, og hann sigur seg ikki duga at síggja, hvørjum teir nú skulu tapa ímóti.
Todi Jónsson tosar ikki so nógv um DM, men hann staðfestir, at munurin á FCK og hinum liðunum í løtuni er, at FCK spælir javnt ella vinnur, tá ið spælið ikki hongur so væl saman. Tað gera hini liðini ikki. Nú eru tað fimtan mánaðir síðani, at FCK seinast tapti landskappingardyst á heimavølli.
Meiri pengar til Brøndy
Sunnudagin var Brøndby í Ikast og spældi ímóti FCM. Í 1. hálvleiki hevði heimaliðið fleiri møguleikar, men Mogens Krogh, veteranurin í Brøndby málinum, sum fyri ellivu árum síðani flutti úr Ikast og til Brøndby, spældi heilt væl.
Í 2. hálvleiki var Brøndby greitt omaná, men teir høvdu ilt við at fáa mál. Undan summarsteðginum varð Peter Madsen roknaður sum møguligur álopsspælari í fleiri stórum feløgum í Europa. Tað var hann, tí at hann skoraði eina rúgvu av málum fyri Brøndby. Í heyst hevur gingið av skriðuni, og aftur sunnudagin kiksaði hann fleiri upplagdar møguleikar.
19 ára gamla Thomas Reths legði Brøndby á odda, og tað tóktist vera sigursmálið. Men í síðstu løtu javnaði heimaliðið, og harvið øktist fjarstøðan frá Brøndby og upp til FCK til ellivu stig.
Michael Laudrup var ikki væl nøgdur, og hann endurtók enn eina ferð, at í vetrarsteðginum fara broytingar at verða gjørdar á Brøndby liðnum. Teir tykjast hava pengarnar til tað. Fyrrapartin í gjár varð boðað frá, at felagið hevur fingið 30 milliónir afturat at arbeiða við.
Ein av spælarunum, sum kanska ikki fer at kosta so nógv, er Jón Rói Jacobsen. Mikukvøldið í síðstu viku var hann í miðverjuni á næstbesta Brøndby liðnum, sum spældi ímóti Køge. Millum áskoðararnar var Henrik Larsen, landsliðsvenjari. Hann kundi saman við hinum staðfesta, at Jón Rói Jacobsen var ímillum teir mest eyðsýndu á Brøndby liðnum, sum vann 6?1.
Málríkt
Triði síðsta umfarið í superliguni undan vetrarsteðginum var merkt at nógvum málum. Leygardagin hevði Esbjerg, sum er triði fremst, vitjan av OB. Talan gjørdist um sera undirhaldandi uppgerð, sum endaði 4?4!
AaB er framvegis á næstfremsta plássinum. Teir høvdu sunnudagin vitjan av AB, sum er næstaftast, men tað sást ikki á spælinum og úrslitinum. AB kom á odda, tá ið lítið korter var farið, og teir vunnu 4?0! Hetta var fjórða AaB tapið á heimavølli í heyst, og tað var ikki at undrast á, at áskoðararnir tíðliga í 2. hálvleiki fóru til hús. Undan hesum dystinum hevði AB í seks útidystum í hesum kappingarárinum bara skorað fimm mál íalt.
AGF vil fegið vera ímillum tey fremstu. Onkra ferðina spæla teir væl, men so detta teir niður í djúp hol. Soleiðis var sunnudagin, tá ið Viborg vitjaði og fór til hús við 4?2 sigri.
Farum var ? burtursæð frá FCK ? einasta av fremstu liðunum, sum vann. Teir høvdu vitjan av botnliðnum Silkeborg og vunnu 3?2. Christian Andersen, venjarin hjá Farum, helt, at teir høvdu víst besta spælið higartil í hesum kappingarárinum, og hann harmaðist um, at sigurin ikki var vorðin størri. Farum hevði nógvar møguleikar, men aftaná vóru teir nøgdir við at hava vunnið. Tað er væl skiljandi. Nógvur turbolensur var aftur í síðstu viku kring felagið. Fyrrverandi býráðsformaðurin í Farum og fyrrverandi formaðurin í Farum Boldklub, Peter Brixtofte, royndi aftur at fáa valdið í felagnum, men tað miseydnaðist.