Latum okkum nú sleppa í gongd

Stjórin í SEV óttast enn eitt drúgt kærumál, sum í ringasta føri kann kosta orkufelagnum einar 15 milliónir krónur í eyka oljuútreiðslum. –Vit vóru bíligast, og eiga tí at sleppa at seta tær 13 myllurnar upp í Húsahaganum, sigur Hákun Djurhuus

Hjá SEV hevur oljurokningin í áravís verið ein trupulleiki, ið er vaksin í takt við gongdina á altjóða marknaðunum. Í somáta er stóra verkætlanin í Húsahaganum eitt frambrot, ið skal bremsa oljurokningini til SEV, og í síðsta enda til føroyska brúkaran.
- Vit koma at spara eini 10.000 tons av olju um árið, og við verandi oljuprísum sæst tað sjálvandi aftur í roknskapartølunum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri.
Tær 13 vindmyllurnar, ið SEV vil sleppa at seta upp í Húsahaganum, klára at framleiða í minsta lagi 41,4 milliónir kilowatttímar um árið. Á midnátt fríggjakvøldið boðaði Jarðfeingi frá, at SEV fær loyvið. SEV er bíligast og kann framleiða streymin fyri 31,6 oyru fyri hvønn kilowatttíma, tað eru umleið seks oyru bíligari enn felagið Vindrøkt, ið eisini bjóðaði seg fram.
Men málið endar ikki her. Sunnukvøldið varð stjórin í SEV kunnaður um, at Vinnukærunevndin hevur móttikið eina kæru frá Vindrøkt.
- Tað kemur sjálvandi tvørt fyri hjá okkum, sigur Hákun Djurhuus, og dregur ein parallel til drúgva kærumálið um vindmyllurnar í Neshaganum.
-Tað málið tók níggju mánaðir at avgreiða, og kostaði SEV okkurt um 2,5 milliónir krónur.
Tá var talan um tríggjar vindmyllur, hesaferð er talan um 13 myllur, ið skulu framleiða rættuliga nógv av streymi.
- Okkara ætlan er at seta tær 13 myllurnar upp í summar. Í ringasta føri kann eitt drúgt kærumál føra við sær, at myllurnar ikki koma upp fyrr enn móti sumri í 2014, og tað gevur okkum eina eyka oljurokning uppá 15 milliónir krónur, sigur Hákun Djurhuus.
SEV-stjórin vísir á, at vindmyllurnar kunnu ikki setast upp á vetrartíð, og tí kann seinkingin gerast so ógvuslig. Tær 15 milliónirnar roknar hann seg fram til við at rokna út munin á kostnaðinum at framleiða streymin úr vindorku, heldur enn við olju á Sundsverkinum.

Eingin undirskrift
Hákun Djurhuus vísir á, at fyrireikingararbeiðið heldur fram, sjálvt um ein kæra liggur í Vinnukærunevndini. Men felagið kann ikki binda seg til nakað sum helst, áðrenn loyvið endaliga er komið uppá pláss.
- Nei, vit kunnu ikki binda okkum til nakað sum helst, og vit kunnu heldur ikki skriva undir nakran sáttmála um at keypa vindmyllur, so leingi sum nakar vandi er fyri, at ein kæra kann rykkja teppið undan ætlanini, sigur Hákun Djurhuus.

Vísir aftur
Stjórin í Vindrøkt leggur SEV undir at brúka seinastu príshækking, ið varð samtykt fyri jól, sum grundarlag fyri at dumpa prísin í kappingini við Vindrøkt um Húsahagan. Eisini vísir Jóhan í Niðristovu á, at SEV í 2010 segði seg kunna framleiða vindorku fyri 44 oyru fyri kilowatttíman. Og tí undrast hann á, hvussu SEV í dag sigur seg kunna framleiða vindorku fyri góð 31 oyru fyri kilowatttíman.
Stjórin í SEV vísir øllum aftur.
-Hatta hevur einki við hvørt annað at gera, tað er beinleiðis skeivt og hartil ósakligt, sigur Hákun Djurhuus.
Stjórin í SEV grundgevir við, at vindmylluætlanin í Húsahaganum verður løgd í eitt serskilt felag við egnum roknskapi, ið skal hanga saman við tí inntøku, sum felagið selir vindorkuna fyri.
Um samanberingina við prísirnar í 2010 sigur Hákun Djurhuus:
- Tá var talan um tríggjar vindmyllur, meðan vit hesaferð tosa um 13 myllur. Vit fáa ein fyrimun við at keypa stórt inn, og hartil duga vit betri í dag enn tá. Vit hava lært av okkara royndum, sigur Hákun Djurhuus.

Verkætlan fyri 100 mió
Samanlagt er talan um eina rættuliga stóra verkætlan í Húsahaganum. Vindmyllur skulu setast upp, og harumframt skulu battarískipanir mennast, ið kunnu goyma og harvið gagnnýta vindorkuna sum best. Við øllum liggur ætlanin, sambært SEV-stjóranum, um 100 milliónir krónur. Gongst sum SEV vil, so verða vindmyllurnar settar upp í summar, og kunnu tá longu byrja at framleiða streym. Men samlaða verkætlanin fer at taka eini tvey ár.
SEV og Magn standa í felag fyri verkætlanini, og ætla í næstum at stovna eitt felag, sum skal standa fyri og reka vindmyllurnar í Húsahaganum. Hetta felagið skal so gera eina prísavtalu við SEV um at keypa streymin. Enn stendur opið, hvørt aðrir íleggjarar koma afturat.