Latið vinnuna avgera hvar oljuhavnin skal vera

- Vit mugu læra okkum at halda labbarnar vekk, tí vit hava brent fingrarnar so oftani, tá politikarar eru farnir at spæla vinnulívsmenn og fortelja vinnulívsmonnum, hvat teir skulu gera. Latið vinnuna gera av, hvar útgerðarhavnin skal vera sigur nýggi borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen

 

Tað er ein sera avgjørdur Jan Christiansen, nýbakaður borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sum úttalar seg, tá blaðið biðjur hann um eina viðmerking til spurningin um, hvar komandi oljuútgerðarhavnin skal vera. -Síggi at blaðið hevur samrøðu við eitt umboð hjá Texaco, sum heldur Runavík vera besta plássið til útgerðarhavn. Dugi ikki at síggja, hví man skal spyrja eitt felag, sum dumpaði í loyvisumfarinum er hansara fyrsta viðmerking. - Hví man skal spyrja eitt felag, sum ikki var gott nokk til at fáa loyvi. Og tá Allan Jones frá Texaco sigur, at tað er ein trupulleiki at leggja oljuútgerðarhavnina í Havn, tí tað m.a. er so nógv handilsligt virksemi í núverandi havn sum er so spyr Jan Christiansen, hví man tá leggur eina útgerðarhavn í Aberdeen, har tað eisini er nógv handilsligt virksemi! Og tá tosað verður um týdningin við baklandinum, so heldur hann, at tað er einki stað sum í tænastum o.ø. hevur eitt betri bakland enn júst Havnin. Hann vísir eisini á, at nógv pláss er tøkt á Sundi og kann goymslupláss eisini útbyggjast har umframt at stór goymsluhøli eru á Sandvíkahjalla.


Borgarstjórin í Havn dylur ikki yvir, at Havnin fegin vil bjóða seg fram til at hýsa oljuútgerðarhavnini. Og tá tosað verður um, at tað ikki er liggjandi allar dagar á Sundi ella á Drelnesi, so er tað so eitt. Men í havnini í Tórshavn, sum hann metir sum ta bestu havnina í landinum, er liggjandi allar 365 dagar í árinum. Annars vísir hann á, at ein stór úrgerðarhavn sum Peterhead eisini kann vera stongd vegna veður. Hvat viðvíkur trýsti á húsamarknaðinum, barnagarðsøkinum osfr., sum kann standast av hesum virkseminum, so sær Jan Christiansen tað ikki sum nakran stóra trupulleika. Hann heldur, at býurin megnar at taka móti nógvum virksemi, uttan at tað skal nerva alt annað. ?Vit eru nógv minni ?følsom fyri útsvingum? enn tey smærri plássini. Hann dugir tó at síggja trupulleikar við, at alt virksemi verður lagt í miðsteðarøkinum. Men hann ávarar ímóti politiskt at fara inn og broyta ella seta seg upp ímóti tí búskaparligu gongd, sum náttúrliga fer fram.


Latið vinnuna bestemma

Jan Christiansen heldur tað annars vera rætt at lata oljuvinnuna sjálva gera av, hvar oljuútgerðarhavnin skal liggja. -Vil hon hava, at útgerðarhavn skal vera í Runavík, so er tað í lagi, vil hon hava, at hon skal liggja í Havn, so er tað eisini í lagi. Tað vit vita er, at oljuvinnan hevur vrakað Drelnes, og eg skilji ikki, hví eitt nú man skal blíva við at taka Suðuroynna fram. Tað mest óhepna við øllum orðaskiftinum um oljuvinna er hetta, at politikkur kemur uppí, og at tað næstan bara verður fokuserað uppá Suðuroynna.


-Eg eri eingin serfrøðingur á økinum, og tað er kanska heldur eingin føroyingur, sum er tað. Vit hava fingið eitt signal frá oljuvinnuni, har hon biðjur okkum lata vera við at gera nakrar stórar íløgur í útgerðarvirksemi. Hetta er tað, sum aðrir hava brent seg uppá. Sjálvur haldi eg, at vit hava dugað væl at lurtað eftir hesum signalum, tí ongar desideraðar íløgur eru gjørdar í útgerðarvirksemi enn.


Jan Christiansen heldur tað tí vera skeivt av politikarunum at leggja seg út í búskaparligu fyritreytirnar, sum eru til. ?Eg skilji væl, at Tvøroyri, Havnin og Runavík bjóða seg fram. Tað finnast dugnalig fólk á øllum plássum. Sjálvandi skulu vit vísa okkum fram men latið so oljuvinnuna finna út av, hvar virksemið skal vera, antin tað eitur Drelnes, Tórshavn ella Runavík. Borgarstjórin í Havn heldur ikki, at politikarar tað verið seg í Suðuroy, Havn ella í Eysturoynni eiga at leggja trýst á oljuvinnuna fyri at fáa hana at leggja útgerðarhavnina eitt ávíst stað. ?Tá fær man bara tað næstbesta produktið. Tá fær tú ikki tað, sum oljuvinnan vil og tú fær ikki eina so rationella, effektiva og góða oljuútgerðahavn, sum man annars kundi fingið, tí man hevur lagt seg politiskt út í hetta.


Jan Christiansen sigur víðari, at siga vit t.d. politiskt, at oljuvinnan skal liggja í Sandoynni, so vilja oljufeløgini góðtaka tað, men so mugu vit gjalda tað hetta kostar. -Vit mugu læra okkum at halda labbarnar vekk, tí vit hava brent fingrarnar so oftani, tá politikarar eru farnir at spæla vinnulívsmenn og fortelja vinnulívsmonnum, hvat teir skulu gera. Tað er munur á at vera politikari og vinnulívsmaður. Vilja politikarar vera vinnulívsmenn, so verði vinnulívsmenn og sleppi politikkinum.


Borgarstjórin í Havn vónar annars, at oljufeløgini verða før fyri at peika út rætta øki til útgerðarhavn, eisini út frá hvørji fólk og feløg eru við í hesum arbeiðinum. -Eg havi einki ímóti, at suðuroyingar fingu útgerðarhavnina, men so skuldi tað verið frítt og uppá handilsligar fortreytir. Jan Christiansen bjóðar oljuútgerðarhavnini vælkomnari til høvuðsstaðin, og verður gjørt av at leggja hana her, so vil kommunan gera tað hon er ment fyri, at henda nýggja vinnan kann kenna seg væl her.