- Latið ikki avgerðarrættin av hondum

Í fyrilestri í Norðurlandshúsinum fríggjadagin gav Øyvind Birkeland føroyingum tey ráð, ikki at lata bankan fara á útlendskar hendur heilt, men at varðveita avgerðarrættin í Føroyum

Tað var ein av stóru kanónunum í norska fíggjarheiminum, sum legði fyri á temadagnum í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, sum Tryggingarfelagið Føroyar skipaði fyri.

Øyvind Birkeland er stjóri fyri størsta norska bankanum, DnB NOR Kapitalforvaltning, ið hevur 12.000 starvsfólk, umleið 2,2 milliónir privatkundar og 188.000 vinnulívskundar. Bankin umsitur 1.700 milliardir norskar krónur, ið svarar til áleið 35 prosent av marknaðinum, og er samstundis størsta pensjónstryggingarfelag við 900.000 kundum.

Øyvind byrjaði við at seta spurningin, um tað hevur nakran týdning, um føroyingar sjálvir stýra bankanum, ella hann er ein deild av útlendskum stórbanka.

- Tað mest týdningarmikla er, at tit megna at menna føroyska fíggjarsektorin, og tað gera tit við góðum tilboðum til kundan og ikki minst við kapping á økinum, segði Øyvind Birkeland.

- Í so máta hevur tað ikki tann stóra týdningin, um bankin er serføroyskur, ella deild av øðrum banka. Men tað hevur kortini stóran týdning at hava avgerðarrættin á føroyskum hondum, tí tá kunnu vit stýra bankanum - tað kunnu vit ikki, um hann er ein útlendsk deild, vísti Øyvind Birkeland á.

Sjálvur hevði hann drúgvar royndir innan júst hetta at lata avgerðarrættin av hondum. Fyrst í fylkjunum, tá tey mistu avgerðarrættin á bankunum, tá høvuðssætini fluttu til Oslo, og seinni, tá bankarnir vórðu seldir útlendingum og høvuðsskrivstovurnar blivu fluttar uttanlands.

 

Taka rættar avgerðir tá ástendur

Síðani nevndi bankastjórin fleiri dømir um, har norskir bankar og tryggingarfeløg vórðu seld til útlendskar keyparar, og í dag er Den norske Bank NOR Kapitalforvaltning einasti nóg stóri norski banki, ið kann taka upp kappingina móti altjóða bankunum á norska marknaðinum.

Øyvind sá tó ikki hetta, at útlendskir bankar komu á marknaðin, sum ein trupulleika, tvørturímóti.

- Kappingin er altavgerandi, bæði fyri kundar, starvsfólk og eigarar, og eg haldi ikki, at sjálvt tann ídnasti vinstrahalli hevði ynskt gomlu dagarnar aftur, segði Øyvind Birkeland.

Men hví metir bankastjórin so, at tað hevur so stóran týdning, at varveita avgerðarrættin á føroyskum hondum?

- Tá sólin skínur, og tað eru góðar tíðir, hevur tað ikki so nógv at siga. Tað er, tá óveðrið leikar á, og tíðirnar gerast trongar og truplar, at tað hevur avgerandi týdning, at bankin verður stýrdur í egnum landi. Tað er tá, tær stóru avgerðirnar skulu takast, og tá hevur tað alstóran týdning at taka tær røttu avgerðirnar fyri landið og vinnulívið, segði Øyvind Birkeland.

 

Varveitið stýringina

Í sambandi við privatiseringina av Føroya Banka, ið stendur fyri framman, heitti Øyvind tí staðiliga á føroyingar, um at hugsa seg væl um, áðrenn vit lata bankan fara okkum av hondum.

- Verður bankin seldur útlendingum er tað ein endalig avgerð, og tá vendst ikki aftur. Tí tað verður ómetaliga trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – at byrja av nýggjum og taka kappingina upp við verandi bankar, segði Øyvind Birkeland.

Og tað er eisini orsøkin til, at útlendsku bankarnir keypa seg inn í bankar í øðrum landi – tað lønar seg ikki, ella er so at siga ógjørligt, at taka upp kapping við verandi bankar uttan ígjøgnum ein longu eksisterandi banka.

Men tað er samstundis av alstórum týdningi, at politiska valdið sendir út eitt greitt signal um, hvat tað er, teir vilja við privatiseringini. Har mugu ikki koma ymsar útmeldingar. Somuleiðis má tað almenna útvega sær neyðuga førleikan og verða handilsliga sinnað í sínum krøvum sum ánari mótvegis bankanum.

- Men tað ivist eg ikki í fer at lata seg gera, tí vit hava ongantíð upplivað nakra politiska uppíblanding frá norsku myndugleikunum, heldur ikki tá vinstrasosialistarnir áttu fíggjarmálaráðharran fyri nøkrum árum síðani, sigur Øyvind Birkeland.

Hann mælir tí til at savna allar góðar kreftir og leggja doyðin á at varveita avgerðarrættin á føroyskum hondum. Eisini fyri at varveita ta servitan, sum er í einum føroyskum banka.

- Tað krevur kreftir, vilja, treiskni og hugflog, skal tað eydnast. Men verður høvuðssætið skipað í øðrum landi, fer tað at drena landið fyri servitan á økinum, og tað verður ógvuliga trupult at fáa fatur á aftur, segði Øyvind Birkeland, stjóri í DnB NOR í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.