Latið fremmand arbeiða

Trotið á arbeiðsmegi er størsta hóttanin móti framburði í landinum, og tí mugu vit loyva fremmandari arbeiðsmegi í Føroyum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði aðalfund fyri einari viku síðani, og í ársfrágreiingini hjá fegalnum verður trotið á arbeiðsmegi tikið fram sum størsta hóttanin fyri samfelag okkara beint nú. Og hetta gav afturljóð millum luttakararnar á fundinum. Limirnir síggja henda trupulleika sum mest átrokandi málið fyri vinnuna at finna loysnir á.

Í innleiðingini í ársfr·greiðingini hjá Arbeiðsgevarafelagnum verður soleiðis tikið til:

Føroyar hava nú aftur í góð tvey ár verið á einum búskaparligum alduryggi, eftir ein minni stíg í búskapinum. Samanumtikið hevur vøkstur stórt sæð verið í føroyska búskapinum líka síðan kreppuna mitt í 90-unum, og framgongdin í 2006 hevur verið nøktandi.

Hóast gongdin higartil hevur verið positiv, so boða útmeldingar frá fiskifrøðingum frá, at serliga fiskiveiðan eftir toski kann minka munandi.

Hetta er tó ikki størsta hóttanin fyri samfelag okkara beint nú. Størsta hóttanin fyri framhaldandi vælferð okkara er trotið av arbeiðsmegi. Tað eru ikki bert fiskavirkini ella handverksvinnan, sum mangla fólk. Hesin trupulleikin hevur nú spreitt seg út á fleiri vinnur og út um alt landið.

Í dag er beinleiðis trot á arbeiðsmegi. Uttan arbeiðsmegi ber ikki til at skapa virðir í samfelagnum, og tí er alneyðugt, at føroyski arbeiðsmarknaðurin verður latin upp fyri fremmandari arbeiðsmegi.

Politikarar skulu taka hetta í størsta álvara, tí vit fáa ikki skapt neyðugu virðini, og vit dragna í mun til onnur samfeløg. Trupulleikin fer eisini at elva til lønarglíðing, sum endar við inflatión. Búskaparliga er trotið á arbeiðsmegi størsta einstaka hóttanin fyri Føroyar, og tí hevur ein loysn skund, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.