Latið Fiskavirking fáa frið í nøkur ár

Tað er eingin góð loysn at privatisera Fiskavirking, nú fyritøkan gongur so væl. Leiðslan og mátin fyritøkan verður rikin uppá kann ikki gerast betri. Tað heldur fyrrverandi nevndarformaður í Framtaksgrunninum, Sverri Hansen, sum í dag er stjóri í Vestnordengrunninum

Fiskavirking


Hóast hann dagliga situr á skrivstovuni í Reykjavík, so er hann framvegis føroyingur við stórum áhuga fyri føroyskum viðurskiftum. Sum stjóri í Vestnordengrunninum er tað eisini hansara ábyrgd at fylgja við, hvat hendir í føroyska samfelagnum og her serstakliga vinnulívinum, sum eisini ger brúk av lánimøgulekunum hjá Vestnordengrunninum. Maðurin vit tosa um er Sverri Hansen, sum sat sum nevndarformaður í Framtaksgrunninum turbolentu árini í 90-unum.

Sjálvur heldur Sverri Hansen, at føroyingar í dag hava eitt hava eitt væl konsoliderað og professionelt vinnulív. Hevur man tol og vil geva fleiri av verkætlanunum frið at menna seg, so er ein góð framtíð fyri framman heldur hann. Men skal man hava nógv orðaskifti um fyritøkurnar, so er tað nakað, sum troyttar og darvar bæði leiðslur og virki. Her sipar hann ikki minst til orðaskiftið, sum hevur verið um Fiskavirking.

-Sjálvandi skal tú vera opin fyri einum tjaki í einum samfelag, men tað er spurningurin, hvussu tú fær eitt konsturktivt tjak og kann fáa tað ment soleiðis, at tað er styrkjandi fyri fyritøkurnar heldur enn, at tað skal skapa ótryggleika.

Hvat heldur Sverri Hansen tá um Fiskavirking og tjakið um at fáa tað selt!

-Eg haldi, at tað hevði verið mest náttúrligt at latið fyritøkuna fingið frið og latið hana sloppið at ment seg enn meira. Vit mugu minnast til, at hon var ógvuliga slitin tøkniliga sæð, og tað tekur sína tíð at uppgradera hana. Eg trúgvi at gevur man tol og bíðar, so fær tú eina fyri Føroyar betri fyritøku.

Hann heldur ikki, at vit fáa eina betri loysn við Fiskavirking við at privatisera fyritøkuna. Leiðslan og mátin fyritøkan verður rikin uppá kann ikki gerast betri.

Uppá fyrispurning um tað ikki er óheppið, um føroyingar fáa eitt vinnulív, sum verður at líkast Royal Greenland modellinum, har tað er tað almenna, sum eigur og rekur vinnutólini sigur Sverre Hansen, at í prinsippinum er eitt skott millum Framtaksgrunnin og politikararnar. Samanborið við t.d Grønland er Fiskavirking langt frá tí t.d. Royal Greenland stendur fyri. Fiskavirking er ein stórfyritøka í Føroyum men langt frá ein monopolfyirtøku.

Sum búskaparfrøðingur hevur Sverri Hansen eisini stóran áhuga fyri tí politiska orðaskiftinum í Europa, har verður lagt upp til, at alt skal vera so liberalt. Sjálvur heldur hann, at man hinvegin eisini kann reka fyritøkur í einum samfelag við eini blandingsbúskapi.

Fiskavirking kann gerast ein enn sterkari og meira vælrikin fyritøka, sum eisini dregur restina av fiskivinnuni við sær. Eg trúgvi, at tann samlaða føroyska fiskivinnan er inni í eini gongd, sum ger, at man fær eitt styrkt kappingarføri.

-Men tað almenna sær møguleika at fáa nakrar pengar í kassan verður Fiskavirking selt?

-Eg haldi at hatta er eitt misskilt orðaskifti. Framtaksgrunnurin er ein vinnurekandi grunnur. Tað, sum landskassin hevur til góðar hjá grunninum, er 93 mill. kr. í einum láni. Um løgmaður sigur at hann vil hava pengarnar fyri Fiskavirking í kassan, so veit eg ikki hvønn tíðarkarm hann hugsar um. Tað eru teir einastu pengarnir, sum kunnu førast aftur til landkassan. Hinir pengarnir eru endaliga givnir til ein vinnurekandi grunn og kunnu ikki førast aftur til landskassan. Tí er spurningurin, tá tú selur Fiskavirking, at tað eru ikki pengar, sum koma í landskassan men sum koma inn í Framtaksgrunnin. Tað eru so pengar, sum hann kann arbeiða víðari við so ella so.

Útlendskur kapitalur
Ein spurningur, sum stingur seg fram við jøvnum millumbili er í hvønn mun útlendskur kapitalur skal sleppa at keypa seg inn í føroyskt vinnulív. Henda spurningin kennir Sverri Hansen eisini aftur frá síni tíð sum nevndarformaður í Framtaksgrunninum, tá bæði Fiskavirking og Kósavirkið vórðu endurreist við føroyskum kapitali. Tá hevði man føroyskar loysnir, og tað vóru føroyingar, sum vóru við til at mynda ta gongd, sum tá bleiv. -Vit eru partur av einum altjóða samfelag, og tí kann man ikki útiloka útlendskar íleggjarar, men her er eisini talan um allar samfelagsressurirnar, sum man tá keypir ella selur av landinum.

Sverri Hansen ivast ikki í, at tað í oljuvinnuni verður talan um útlendskan kapital men hann loyvir sær at ivast í, um føroyingar eru so fegnir um, at tann útlendski kapitalurin eisini skal vera dominerandi í flotanum og fiskiídnaðinum.

-Men verður Fiskavirking selt, heldur tú so, at útlendingar skulu hava møguleikan at keypa fyritøkuna ella eiga meginpartin í henni?

-Hetta er sjálvandi ein politiskur spurningur. Men vil man hava møguleika fyri at ávirka tí? Selur tú Fiskavirking út úr Framtaksgrunninum á tí fría marknaðinum, so verða tað sjálvandi teir nýggju eigararnir, sum koma at gera tað av. Og so mugu politikararnir taka støðu til, hvat teir vilja. Frá tí tíðini eg sjálvur sat sum stjóri í Framtaksgrunninum sá eg helst, at Fiskavirking var á føroyskum hondum, og tað geri eg framvegis. Fiskavirking er ein so mikið stórur aktørur á føroyska marknaðinum, at skal fyritøkan halda fram sum ein eind, so eigur hon at verða á føroyskum hondum. Sverri Hansen er annars onga løtu í iva um, at tað er rætt - skal Fiskavirking privatiserast - at tað verður selt samlað.Tað er annars Framtaksgrunnurin, sum suverent ger av, um Fiskavirking skal seljast og hvussu. Landsstýrið hevur ikki loyvi at leggja seg út í avgerðir hjá grunninum. Hann kann tó koyra nevndina frá. Tvær ferðir hevur landsstýrið valt ikki at afturvelja nevnd. Annars kann landsstýrið lóggeva á økinum.

Sverri Hansen var nevndarformaður í Framtaksgrunninum frá januar 1995 til desemeber í 98. Tá hann kom inn í grunnin visti hann ikki, at høvuðsuppgávurnar hjá grunninum vórðu at rekonstruera Fiskavirking og Fiskasøluna. Hetta bleiv so arbeiðið og var Sverri Hansen eisini við til at taka avgerðir, sum vórðu ópoppulerar tá.

Sum stjóri í Vestnordengrunninum, ið hevur høvuðsskrivstovu í Reykjavík, roynir Sverri Hansen eisini at fylgja við gongdini í Føroyum. Grunnurin letur sum so eisini nógv lán til føroyskt vinnulív, og tí er tað eisini partur av arbeiðsuppgávuni at fyglja við, hvat hendir í føroyskum vinnulívi. Og tað er sum slíkur eygleiðari, at hann eisini ger sær sínar meiningar og metingar um eit nú um Fiskavkirking, sum einaferð var hansara høvuðsarbeiðsøki. -Latið Fiskavirking frá frið í nøkur ár er hansara greiða boð.

Sverri Hansen hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur frá lærda háskúlanum í Århus. Hann kom til Føroya í 1988 og var eitt skifti á Skála Skipasmiðju og var síðani í fleiri fyritøkum fram til 93, tá kreppan var í hæddini. Tá fekk hann starv sum lærari á Handilsskúlanum á Kambsdali. Har var hann í tvey ár til hann tók við sum stjóri í Framtaksgrunninum. 1. februar ár 2000 tók hann við sum stjóri í Vestnordengrunninum og hevur sitið har síðani. (Lesið samrøðu við Sverri Hansen um arbeiðið í Vestnordengrunninum og hvat hann heldur um føroyskt vinnulív í dag í seinni blað.)


.