Tá amerikanarar og bretar hava kringsett Bagdad, ber til at gera enda á Saddam Hussein. Tá kann ein snigskjútti fáa irakska leiðaran í skotmála. Einasta treytin er, at fregnartænastuarbeiðið hjá teimum sameindu er nóg gott.
Tað heldur fyrrverandi bretski Irak-hermaðurin Andy McNab. Hann hevur ávísar royndir haðani. Undir Flógvakrígnum í 1991 var hann við í einum loyniligum bretskum hermannabólki, sum arbeiddi aftan fyri hermótið í Irak. Men irakar tóku teir sjey bretsku hermenninar. Tríggir teirra doyðu, einum eydnaðist at flýggja, meðan tríggir vórðu tiknir til fanga og píndir. Teirra millum var Andy McNab.
Nú sigur fyrrverandi Irak-hermaðurin, at amerikanarar og bretar eiga at lata ein snigskjútta taka sær av Saddam Hussein. Tað ber til, heldur hann, og ein tílík koysn hevði stytt bardagan um Bagdad og harvið kríggið. Hann heldur ikki, at uppgávan hevði verið so torfør, men hon skal fyrireikast væl.
- Tað ræður um at sleppa fram at Saddam Hussein og at kvika sær burturaftur. Kríggið byrjaði við at skjóta rakettir eftir Saddam. Kann vera, at tað kann enda við einum einsamallum skoti frá einum snigskjútta, sigur Andy McNab.