Latið atburð okkara vera í Andanum

John í Skemmuni

Í hesum døgum hevur nógv verið frammi um ymiskt, ið hendir innan kristnar samkomur  har menniskju hava løgnan atburð og har ymiskt yvirnáttúrligt tykist at henda. Tá slíkt fer fram, verður sagt, at hetta er Heilagi Andin og kraft Guds.
Tað, ið vit mangan gloyma, tá talan er um Heilaga Andan er, at Andi Guds er Heilagur - at Hann altíð leiðir okkum til at liva eitt lív, ið er sermerkt av tign og sóma, sum vit lesa í Galatiabrævinum 5:22: Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, spakføri, fráhald.
Og, tá talan er um kraft Guds, so vita vit sjálvandi, at Gud er mentur at gera, hvat tað skal verða  annars var Hann ikki Gud.  Hinvegin, so síggja vit, at megnireglan, tá tað kemur til kraft Guds, er ikki ein kraft við nógvum gangi, men heldur ein kraft, ið umbroytir menniskju frá at liva í gudloysi til at liva eitt lív í siðprýði og æru.
Tá atburður okkara er soleiðis, at hann fær menniskju at gera gjøldur burtur úr okkum og gudstrúgv okkara - tá liva vit ikki í Andanum, hesum Heilaga Anda, ið virkar fyri at fáa okkum meir og meir at líkjast frelsara okkara, Jesusi Kristi. Tá er tað ikki kraft Guds, ið virkar í okkum, men heldur hold okkara, ið sleppir fram at.
Tá Paulus skrivaði til tey í Galatia um vakra ávøkst Andans, vísir hann til sonnu kraft Guds  hesa kraft, ið helt Jesusi til krossin. Hendan kraftin sæst ikki sum nakað ónáttúrligt í lívi okkara, men er ein megi, ið heldur tí niðri, ið er av holdinum og elvir til ein atburð, ið ærir Gud. Hetta er tað, ið Paulus sigur í Galatiabrævinum 5:24-25: Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess. Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!
Jesus kom einaferð fram á ein mann, ið hevði sera løgnan atburð. Hann helt til í grøvunum, var settur av illum andum og hevði sera ónormalan atburð. Men, Jesus rak illu andarnar út og eftir hetta sá fólkið ein annan mann  sita ílætnan og við seg sjálvan; og tey undraðust (Markus 5:15).
Hetta er júst tað, ið hendir, tá Harrin sleppir inn í lív okkara við Anda Sínum. Tá gerast vit ikki løgin, men normal, soleiðis, sum Gud upprunaliga ætlaði, at vit skuldu vera.
Í Bíbliuni finna vit eisini tað øvugta av hesum  tá Ísrael vendi Gudi bakið og fór at dansa um gullkálvin. Vit lesa í 2. Mósebók 32:6 &25: Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp, ofraðu brennioffur og bóru fram takkoffur; síðani setti fólkið seg niður at eta og drekka og reistist so og fór at spæla. - Móses sá nú, at fólkið kendi sær ikki afturhald, við tað at Áron hevði slept teimum leysum  og hesum hildu fíggindar teirra frægd at.
Atburður teirra broyttist og var nú av slíkum slag, at fíggindar Ísraels hildu frægd at teimum (2. Mós. 32:25). Tað er álvarsamt, tá vit sum trúgvandi eru orsøk til, at navn Guds enntá verður spottað (Róm. 2:24).
Tað, sum okkum fram um alt tørvar í dag  eins og fyrr er, at vit halda okkum til Orð Guds og ikki lata okkum taka av fótum av øllum tí, sum kemur inn á okkum. Orð Guds lærir, at vit eru í einum andaligum bardaga  og fíggindi Guds ger alt fyri at oyðileggja verk Guds. Eydnast tað honum ikki við atsóknum, so broytir hann framferð. Hann kann enntá, sum Paulus skrivar til tey í Korint, broyta seg um til ein ljósins eingil (2. Kor. 11:13-15). Tá hevur hann lættari at sleppa inn ímillum okkara, tí hann er so ringur at kenna  og skaðin er ofta ógvisligur.
Tað, sum hendi í samkomuni í Korint var júst hetta, at mótstøðumaður Guds slapp framat við ymiskum, sum elvdi til siðloysi og óskil. Andi Guds var trokaður av og holdið slapp at ráða, og var hetta orsøkin til óskil og ófrið. Tí minnir Paulus tey á, at Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar (2. Kor. 14:33).
Vit mugu heldur ikki vera blind fyri, at mótstøðumaður Guds kann gera tekin. Vit eru so skjót at halda, at bert eitt tekin hendir, at so er tað Gud. Men, latið okkum leggja okkum orð Paulusar til tey í Tessalonika í geyma: Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst!(2. Tess. 2:9-10).  Her síggja vit greitt, at tekin og undur eisini verða brúkt av mótstøðumanni Guds at villleiða við!
Eg vil tí í øllum kærleika áminna okkum øll á, at vit halda okkum til Orð Guds og at vit døma alt í ljósinum av tí. Tá vil alt, ið enntá kann tykjast so andaligt, ikki so lættliga taka okkum av fótum. Tá verða vit eisini spard fyri nógv óneyðug vónbrot og mong sálarsár, ið altíð eru ein avleiðing av villleiðingum.
Og, latið okkum lata Harran sleppa at mynda okkum við Orði og Anda Sínum, soleiðis, at atburður okkara verður í Andanum. Ein atburður íbirtur av Anda Guds vil altíð elva til eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði (1. Tim. 2:2), sum virkar, at Gud verður ærdur við okkum.
Vit minnast í hesum døgum, at Frelsari okkara leið og doyði fyri at frelsa okkum og geva okkum ævigt lív. Tað kostaði Honum so dýrt! Latið okkum tí taka við áminningini í 1. Kor. 6:20: Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

Við ynskjum um eini signaði páskir.