Forboðið móti royking á øllum almennum støðum varð sett í gildi í farnu viku. Samanumtikið lata eigarar væl at vikuskiftinum, og siga at teir hava ikki lagt merki til stórvegis broytingar viðvíkjandi talinum av vitjandi á náttklubbunum. Anna Kirstin Thomsen, ið eigur og rekur Pubbina og Seglloftið á Tvøroyri, sigur, at vikuskiftið hevur ikki verið stórvegis annarleiðis enn onnur vikuskifti.
- Sjálvandi eru fólk kedd av tí, men tey góðtaka tað. Fólk taka tað til sín, og tað er jú ikki loyvt at roykja nakra aðrastaðni heldur, so hetta hevur ikki merkt talið av vitjandi. Vit hava eisini uttandura skeinkiloyvi, og veðrið hevur verið gott um vikuskiftið, so tað kann eisini hava verið við í leikinum. Møguliga tað verður øðrvísi tá veðrið verður verri, og fólk ikki troysta sær útum at roykja.
Væl nøgd í Klaksvík
Á Vícafé í Klaksvík lata tey eisini væl at. Tey siga, at inniluftin er munandi betri nú, og at serliga starvsfólkini, eisini tey, ið roykja, eru sera glað um hetta. Tey hava havt ein nógvar kundar hetta vikiskiftið, ið tey vanliga hava, og kanska meira enn vanligt.
Har hevur verið roykiforboð um dagin til kl. 20, tá loyvi hevur verið at roykt inni til caféin letur aftur.
-Um dagin hava fólk so roykt uttanfyri, so tey eru nokk von við tað. Vit hava eitt hálvtak, ið fólk kunnu standa undir, um veðrið er keðiligt. Men hetta vikuskiftið hevur veðrið verið frálíkt, so fólk hava einki havt ímóti at fara útúm at roykja, sigur June Jacobsen, ið rekur Vícafé í Klaksvík.
Færri fólk í Manhattan
Rúni Djurhuus, ið er ein av eigarunum og rekur Býin.fo, ið stendur fyri fleiri náttklubbum og vertshúsum í Havn, letur eisini væl at. Einasta staðið, ið hevur merkt eina minking av vitjandi gestum er Manhattan, men enn ber ikki til at siga, um hetta er orsakað av roykiforboðnum. Gestir, starvsfólk og tónleikarar í REX lata væl at, sigur Rúni Djurhuus.
- Tey flestu eru glað fyri tað og góðtaka tað. Onkur hendinga gestur hevur fest sær í inni í REX, men hetta hevur ikki verið í provokatión, men tí at viðkomandi ikki hevur hugsað seg um. Tá so mint verður á roykiforboðið, hava tey sløkt aftur beinanvegin. Tað er eisini deiligt at koma heim aftaná eina nátt í býnum, og alt ikki luktar av tubbaksroyki.
Ov stutt skotbrá
Tað einasta Rúni Djurhuus hevur at fílast á er, at eigarar av vertshúsum og náttklubbum hava fingið ov stutt skotbrá til roykiforboðið. Hann greiðir frá, at uttanlanda hava flestu náttklubbar og vertshús gjørt serlig roykirúm til gestirnar, men av tí at henda kunngerðin kom so knappliga, hava teir ongan kjans havt fyri at fyrireika seg.
- Vit vildu gjarna havt kjansin fyri at upprætta eitt roykirúm til gestirnar hjá okkum, soleiðs at vit eisini liva upp til standardin aðrastaðni í Evropa. Nú er roykiforboðið komið í gildi, og gestirnir noyðast út at roykja.
Hetta heldur Rúni Djurhuus vera sera harmiligt, og fílist at stutta skotbráðnum teir hava fingið.










