Í morgin letur listaframsýning upp í Bispegården í Kalundborg, eftir at framsýningarhølið hevur verið stongt í fýra mánaðir.
Fyrsta framsýningin, nú tey lata uppaftur, verður við føroyska listamanninum Øssuri Mohr.
Fuglfirðingurin hevur seinnu árini verið búsitandi í Danmark, har hann er virkin sum listamaður. Hann hevur framsýningar og verður umbiðin at gera ymisk verk kring Danmark.
– Listin hjá Øssuri er ein ævig leitan og longsul eftir at endurskapa støðuloysið í løtuni og broytingina í glottanum, skrivar Kalundborg Kunstforening, sum stendur fyri framsýningini.
Fernisering verður í Bispegård í Kalundborg í morgin kl. 14.00.











