Lata 25.000 afturat til Gaza

Føroyska deildin av Reyða Krossi hevur til samans latið 100.000 kr. til hjálpararbeiði í Gaza Peningurin kemur mest úr neyðhjálparkassanum hjá Reyða Krossi. Ein partur av upphæddini er tó latin av fólki beinleiðis til Gaza. Og her ber framvegis til at veita eina hjálpandi hond til offrini eftir stríðið í Gaza við at seta inn eina peningaupphædd á kontur hjá Reyða Krossi Føroya í peningastovnunum.

Leygardagin hin 31. januar hevði Reyði Krossur Føroya marknaðardag í húsunum á Bryggjubakka við oljumálningum, plakatum, fotomyndum v.m. Hetta gav eitt yvirskot upp á 8.000 krónur, ið verður brúkt at hjálpa fólkum í neyð. Í morgin er húsið aftur opið frá kl. 13.30 til 17.30, og fólk eru vælkomin at hyggja inn, meðan seinastu lutirnir verða seldir, áðrenn ruddað verður av.