Sambandsflokkurin heitir nú á samgonguna um at lata grundupphæddina í fólkapensjónini fáa frið.
Tað ger flokkurin í almennari fráboðan nú seinnapartin
Samstundis bjóðar Sambandsflokkurin sær til at samstarv við samgonguna um at gera eina ”virðiliga langtíðarsemju um pensjónsøkið í Føroyum”, sum Bárður Nielsen, floksformaður orðar seg.
Bárður Nielsen staðfestir, at í meiri enn eina hálva øld hevur grundupphæddin í fólkapensjónini bulurin í pensjónini hjá føroyingum.
- Tí kann tað ikki annað enn undra verandi og komandi pensjónistar, at Javnaðarflokkurin, saman við hinum samgonguflokkunum, í óðum verkum ger seg inn á hesa grundsúlu í vælferðarsamfelagnum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Hann staðfestur somuleiðis, at grundupphæddin hevur verið friðhalgað sum ein semja ímillum landsins myndugleikar og fólkið.
Hinvegin undrar tað ikki hann líka nógv, at tey í Tjóveldi og Framsókn ganga pensjónistum sera nær.
- Hesir flokkar hava bara eittans mál, og tað er at niðurlaga Ríkisfelagsskapin og allar ágóðar, føroyingar hava í hesum felagsskapi, og tað púra uttan fyrilit fyri pensjónum ella øðrum vælferðarskipanum.
- Men at Javnaðarflokkurin sær út til at vera komin hagar til, at flokkurin letur seg draga inn í hesa skemdargerð móti sínum egnu, er snøgt sagt ikki til at skilja.
- Tvíheldur samgongan um at umleggja skattafíggjaðu pensjónina til arbeiðstakara og arbeiðsgevara at gjalda, er kortini møguligt at varðveita grundupphæddina.
Sambandsflokkurin heitir á samgonguna um umhugsa støðuna eina ferð enn.
- Tað fer einki av Javnaðarflokkinum og samgonguni, um steðgað verður á í hesum álvarsmáli, sigur Bárður Nielsen.