Lat okkum skifta orð um Europa-politikkin

Føroyingar hava ikki havt høvi at skift orð um, hvørja Europa-politiska leið Føroyar skulu fara. Kortini hevur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum longu tikið avgerðina fyri fólk

Europa-politiska kósin í samgonguskjalinum er røtt

Tann, sum tímir at ómaka sær at lesa samgonguskjalið, sær, at tvær møguligar leiðir skulu kannast: Møguleikin fyri at gerast partur av EFTA ella at gerast partur av Europasamveldinum. Tá hesir báðir møguleikar eru kannaðir, skal støða takast til, hvørja Europa-politiska leið, vit eiga at halda.

Her skal altso eitt kanningararbeiði fáast frá hondini, áðrenn nøkur støða skal takast.

Kortini er landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum longu farin víðari.

Hóast hvørgin møguleikin er liðugt kannaður, og hóast ongin politisk viðgerð hevur verið av teimum báðum kanningararbeiðunum, ið gerast skulu, hevur landsstýrismaðurin longu tikið støðu.

Aftur og aftur hevur hann greitt almenninginum frá, at hann fer eftir einum EFTA-limaskapi, og so skal roynast eftir teimum 4 frælsunum innan ES.

Hetta er í stríð við samgonguskjalið.

Og í grundini er hetta eisini í stríð við demokratisku siðvenjuna, har borgarar í landinum fáa høvi at skifta orð um henda avgerandi spurning.

 

Lat okkum fáa orðaskiftið

Mín roynd at fáa gongd á eitt Europa-politiskt orðaskifti í Føroyum hevur útloyst eitt ramaskríggj millum summar politikarar.

Onki løgið er í, at teir mest rabiatu limirnir í Tjóðveldisflokkinum beinanvegin leggja persónliga eftir undirritaða og geyla um undirgravandi virksemi. Tey fólkini eru drivin av misskiltari nationalismu og eru von at dyrka ósemjuna og tað, ið skilir okkum.

At toppurin í Fólkaflokkinum ýlir saman við misskiltu nationalistunum, kann undra. Kanska byrjar formansskiftið í tí flokkinum nú at vísa sítt sanna andlit?

Hetta eigur tó ikki at forða føroyingum at fáa eitt orðaskifti í lag um, hvørja Europa-politiska leið land okkara skal fara. Vit mugu tvíhalda um, at orðaskiftið vilja vit hava. Og vit vilja hava tað, áðrenn Jørgin Niclasen og Høgni Hoydal seta í verk avgerðina, teir longu hava tikið yvir høvdið á fólki.

Hetta er ein demokratiskur rættur, sum vit skulu gera krav uppá, tí uttan hann verða vit møguliga førd á eina leið, sum ikki er tann besta fyri land og fólk.

 

Hvat siga ymsu bólkarnir?

Higartil hevur verið merkiliga lítið at hoyrt til teir ymsu samfelagsbólkarnar.

Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvat t.d. arbeiðsgevarar halda? Skulu vit royna at práta fornuft við ES, ella er tað EFTA við ella uttan EBS (Europeiska Búskaparliga Samstarvið), ið vit skulu smyrja okkum við?

Hvat siga fakfeløg? Fríur flutningur av arbeiðsmegi gevur stórar møguleikar men sanniliga eisini avbjóðingar her heima.

Hvat siga tær nýggju tænastufyritøkurnar, ið byrja at vinna landinum hart tiltrongdar inntøkur uttaneftir? Hvussu síggja tit framtíðina fyri tykkum á hesum øki?

Eru skúlafólkini uttan meinigar? Tit í granskingarumhvørviðnum? Fíggjarsektorurin? KT-fyritøkurnar?

Hvat halda tit ungu? Tit skulu liva her leingi eftir, at ættarliðið, sum nú ræður, er farið.

Og hvat halda púra vanligir borgarar um spurningin?

Her eru so nógvar strategiskar, fakligar og persónligar diskussiónir, ið mangla, áðrenn støða kann takast til tann stóra spurningin.

 

Fjølmiðlarnir mugu vera við

Nógv munnu vera so evindarliga troytt av, at tað altíð eru vit politikarar, sum skulu standa fremst og sláa hvønannan í høvdið við meiningum, ið ofta eru ov fastlæstar og kategoriskar.

Tí hevði verið fantastiskt, um onnur og klókari høvd enn vit, eisini koma fram við sínum hugsanum og meiningum.

Fjølmiðlar noyðast eisini at spæla við, um vit skulu fáa neyðuga orðaskiftið um Europa-politikkin.

Nógvir journalistar dyrka ta politisku ósemjuna og halda mikrofonunum heldur enn at fara kritiskt inn í substansin í málinum og lýsa tað frá ymsum síðum.

Ósemjan fyri ósemjunnar skyld er óviðkomandi og lítið áhugaverd fyri fólk flest, og tí má hon halda uppat. Sum borgarar og veljarar vilja vit hava tíðindaflutning, sum ger okkum før fyri at taka veruliga støðu.

Tit í almennu fjølmiðlunum hava eina public service-skyldu móti tí samfelag, ið rindar tykkara lønir. Hesa skyldu mugu tit taka í álvara.

Vónandi eru fleiri, sum hava hug at fáa orðaskiftið í lag.