Lat okkum savnast um eina sosialari sjálvbjargniskós

Poul Michelsen
formaður í Framsókn
----

Í Framsókn skilja vit væl, at fyrrverandi javnaðarformaðurin mælir til ein politiskan blokk mótvegis tí politikki, sum sitandi samgonga fremur. At seta ein ávísan lit á hendan blokk er kortini óheppið. Politiskir litir siga einki skilagott um innihaldið, men senda bara ræðandi og útihýsandi signal flokkanna millum.
Í Framsókn taka vit sjálvandi støði í okkara egnu stevnu, sum er liberal við denti á persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsið. Hiðani vilja vit fegin semjast við so nógvar politiskar flokkar, sum tilber, um eina heilt aðra politiska kós enn ta núverandi. Lat okkum ikki seta nakran lit á kósina - hvørki okkara appelsingulu, ta reyðu hjá onkrum øðrum ella eina heilt triðju. Lat okkum heldur í felag eyðmerkja nøkur álvarsmál, sum mugu loysast heilt øðrvísi enn í dag, og síðani seta okkum saman at telgja loysnirnar til. Vit kunnu valla semjast um alt, men uttan iva um nógv.
Yvirskipað mugu vit semjast um at koma burtur úr tí grammleikanum, teirri sosialu ójavnvágini og tí vinnuliga og tjóðskaparliga máttloysinum, sum nú eyðkennir politikkin og eyðmýkir tey flestu okkara. Okkara nýggja semja má sampakka við rættvísiskensluna hjá føroyingum sum heild og geva okkum øllum hug og áræði aftur at bretta upp um armar til frama fyri alt samfelagið.

Vinnuliga (ó)frælsið
Tá Framsókn noktaði fyri at fara upp í núverandi samgongu, komst tað í fyrstu atløgu av, at hennara grundarlag var í loddrættari andsøgn til tvær av grundleggjandi frælsisstevnum okkara – ta persónligu og ta tjóðskaparligu. Vit vildu ikki binda okkum til ikki at arbeiða fyri ymsum sonevndum etiskum málum, og vit vildu ikki hækka ríkisveitingina og soleiðis gera okkum meira bundnan av donskum pengum.
Vit høvdu tá ikki hugflog til at ímynda okkum, hvussu illa samgongan eisini fór at gera seg inn á ta triðju frælsisstevnuna – ta vinnuligu. Hóast teir stóru samgonguflokkarnir rópa seg borgarligar, hvat tað so enn merkir, so er vinnuliga kós teirra so planbúskaparlig, sum vit ongantíð áður hava sæð í Føroyum.
Vit fegnast um, at tað gongur uppsjóvarvinnuni væl, og at nývunnin rættindi hava skapt nógv arbeiði á bæði sjógvi og landi. Vit kunnu illa ímyndað okkum, hvussu fíggjarstøðan í landinum hevði verið uttan hetta. Hóast felagið Nótaskip og uppsjóvarvinnan ongantíð mæltu til at fáa føroyingum størri rættindi, so vóru tíbetur aðrir skilagóðir føroyingar, sum saman við politisku skipanini strongdu á at fáa Føroyum nógv meira av tí makreli, sum vit hava rætt til, men sum vit áður ikki kravdu. Vit heysta nú fruktirnar og kunnu fegnast um, at vinnan hevur dugað at umskipað sítt virksemi til broyttu umstøðurnar.

Fyrisita ríkidømið út til nøkur fá
Tí er tað heilt avgerandi, at onnur enn traditionella uppsjóvarvinnan eisini sleppa framat teimum nýggju ørandi náttúruvirðunum. Hetta nýggja tilfeingið er nóg rúmsátt til at geva øðrum aktørum møguleikan til gagns fyri nógv størri partar av tí føroyska samfelagnum. Stórir partar av vinnuni hava tað sera trupult, og tí eiga nývunnin rættindi eisini at koma hesum til góðar og ikki nærum sjálvvirkandi enda hjá teimum, sum hava nóg mikið frammanundan – og har tað í fleiri førum eru tung útlendsk áhugamál uppií.
Uttan at himprast stýrir landsstýrið at kalla øllum nýggjum rættindum uttan um ikki bara nýggjar aktørar, men marknaðarkreftirnar yvirhøvur. Hvussu kann hetta bera til fyrisitingarliga og politiskt í einum framkomnum landi? Helst er restin av fiskivinnuni nú bara so niðurundirkomin og máttleys, at alt áræði er kódnað. Og ein stórur partur av samgonguni so tannleys, at nakrar fáar grammar kreftir sleppa at avgera alt. Vit vita um kreftir í samgonguni, sum hava ásannað, at hetta ber ikki til longur. Tí seta vit okkara álit á, at nýggja fiskivinnulóggávan verður kjølfest í eini breiðari semju í løgtinginum, soleiðis sum løgmaður hevur lovað.
Í næstum verður føroyska sildakvotan fleirfaldað. Tá má politiska skipanin tryggja eitt býti, har fleiri sleppa framat og ikki bara nøkur fá politiskt og planbúskaparliga útvald.

Svíkja sínar egnu hugsjónir
Sum ein liberalur flokkur er tað eitt sindur løgið hjá okkum at kunna staðfesta, at vit í fleiri førum hava nógv meira samanfallandi áhugamál við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin enn við hinar flokkarnar. Eitt nú vilja hesir báðir flokkarnir eins og vit, at náttúrutilfeingi okkara skal koma teimum nógvu til góðar og ikki bara teimum fáu, sum í dag eiga ella stjórna meira enn 70 prosentum av útflutningsvirðunum úr okkara fiskivinnu.
Tað hevði helst verið meira hugsjónarliga nattúrligt hjá okkum at tvinnað okkara politikk saman við flokkar, sum siga seg vera liberalar. Men tað ber ikki til. Samgongan rekur ein antiliberalan fiskivinnupolitikk, sum forðar fyri marknaðarbúskapi, kapping, føroyskum ognarskapi og menning – og fyri, at fleiri sleppa framat, hóast nóg mikið er til øll. Vit hava fleirfaldað nøgdina av uppsjóvarfiski, fingið munandi størri kvotu í Barentshavinum og gjørt avtalur við Ísland og Grønland. At kalla allur vøksturin í tilfeingi er endaður hjá teimum somu fáu virkjunum.
Grammleiki og hugsjónarligt forfall eyðkennir ta sonevndu borgarligu samgonguna. Bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru meira liberalir enn borgarligu flokkarnir. Framsókn má sjálvandi samstarva har, sum vit hava størsta møguleikan at finna politiskar semjur.

Tilfeingið er Fólksins Ogn
Framsókn er fyri marknaðarbúskapi og ímóti planbúskapi. Fyri okkum hevur tað tí stóran týdning, at fiskivinnan nú loksins fer at virka á handilsligum grundarlagi eins og allar aðrar vinnur. Samstundis er tað sera týdningarmikið, at tey nýggju veiðuloyvini stuðla undir størri virðisøking og ein fjølbroyttan fiskiskap, sum er bæði lívfrøðiliga og búskaparliga burðurdyggur. Nýggja skipanin skal tryggja :
* at allur fiskur skal koma til lands í Føroyum,
* at goldið verður fyri tilfeingið,
* at vit fáa rætta marknaðarprísin,
* at loyvistíðin eggjar til góðan rakstur og úrtøku
* at gjald verður lagt á óvirkaðan fisk og
* at eftirlit verður við møguligum landingum uttanlands.
Útlendskur ognarrættur í føroyskari fiskivinnu eigur ikki at verða loyvdur ella í minsta lagi at verða avmarkaður mest møguligt. Við teimum treytum, sum nýggju loyvini verða latin eftir, og avmarkingum annars, hevur útlendskur ognarrættur tó ikki sama týdning, sum hann hevur í løtuni.
Vit mugu sjálvandi fyrst taka støðu til, hvat slag av skipan, vit framyvir skulu hava – kvotaskipan ella fiskidagaskipan, men í 2018 eiga øll veiðuloyvini hjá landinum at verða lutað út av nýggjum. Bæði tey, sum eru í vinnu í dag, og møguligir nýggir aktørar skulu hava møguleika at bjóða seg fram. Bert føroysk skip við føroyskari manning eiga at sleppa framat.

Alt møguligt vendir á høvdinum
Eftir stevnuskráunum at døma átti Framsókn at kunnað arbeitt væl saman við Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, tá tað ræður um sjálvstýrismálið. Men eisini hetta málið vendir á høvdinum. Sjálvstýristilgongdin verður misbrúkt og gjørd til láturs. Av ófatiligum grundum góðtóku Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin at hækka árliga blokkin 220 milliónir krónur. Tíbetur vóru danir so mikið at sær komnir, at teir virdu sjálvsstýristilgongdina og bjargaðu okkum úr ringastu skommini. Andstøðuflokkarnir eru hinvegin samdir um, at tað ikki kemur upp á tal at hækka blokkin. Tað er tí munandi lættari hjá Framsókn at semjast við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin í sjálvbjargnismálinum.
Eisini eru vit í andstøðuni á somu bylgjulongd, tá tað ræður um skatting av pensjónum. Vit eru samd um, at tað er at spæla hasard við samfelagsliga tryggleikanum at brúka bæði nútíðar- og framtíðarpening samstundis. Hetta er ikki skilagóður búskaparpolitikkur og eigur ikki sín botn í borgarligum politikki, har varni er eitt grundleggjandi virði.
Eitt sera týðandi mál fyri okkum er at fáa sendistovuvirksemið raðfest hægri og at skipa samráðingar okkara við onnur lond av nýggjum. Tað er verri enn so altíð, at javnvágin í okkara handilsavtalum og fiskiveiðiavtalum við onnur lond er í lagi, sæð við føroyskum eygum. Øgilig virði standa upp á spæl, og ein brotpartur av teimum hevði lættliga fíggjað bæði sendistovuvirksemið, eitt toppprofessionelt samráðingartoymi og ta neyðugu lívfrøðiligu granskingina. Eisini á hesum øki bendir alt á, at vit hava lættari við at samstarva við restina av andstøðuni enn við samgonguna.

Ein sosialari sjálvbjargnisgongd
Skulu vit í Framsókn halda fast um okkara grundleggjandi virði – og tað skulu og gera vit – so er tað í løtuni nógv lættari hjá okkum at byrja arbeiðið at søkja eina semju hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Helst áttu summir av samgonguflokkunum sum nevnt at verið meira nattúrligir samstarvsfelagar, men teir hava svikið sínar hugsjónir.
Vit hava kortini ikki mist vónina um at gera semju við fleiri av núverandi samgongupolitikkarunum afturat núverandi andstøðuni. Eina semju, sum vendir planbúskaparliga grammleikanum bakið, rættar aftur ta sosialu ójavnvágina í politikkinum og elvir til vinnuligt og tjóðskaparligt sjálvsálit og sjálvbjargni.
Vit bjóða so nógvum, sum tilber, at seta kós saman við okkum móti eini meira sosialt sinnaðari sjálvbjarginsstevnu.