Lat okkum nú fullfíggjað verkið

Vónandi kann tað verða við til at menna Suðuroy

Nú eigur Løgtingið at taka hendur saman og fáa verkið fullfíggjað.

 

Tað halda teir fýra løgtingsmenninir, Jenis av Rana, Edmund Joensen, Jacob Vestergaard og Kári P. Højgaard. Teir eru allir í andstøðuni, og nú hava teir lagt uppskot fyri Løgringið um at játta mentanarhúsinum, Salt, á Drelnesi, 1,6 milliónir aftur, so at húsið kann verða liðugt.

 

Tað hevur leingi verið greitt, at pengarnir, sum eru játtaðir til húsið røkka ikki til. Tað mangla 7,6 milliónir í, men A.P. Møllergrunnurin hevur játtað at lata upp til tríggjar milliónir afturat, um so er, at stigtakararnir til Salt, klára at útvega somu upphædd.

 

Í hesum sambandi hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at játta tríggjar milliónir afturat, og sostatt eru seks milliónir útvegaðar.

 

Men tað merkir, at grunnurin fyri Saltskal sjálvur útvega 1,6 milliónir afturat, og spurningurin er, hvaðni tær skulu koma.

 

Onkur hevur nevnt møguleikan, at grunnurin tekur lán og rindar tað aftur av rakstrinum.

 

Men Játtanin, Tvøroyrar býráð hevur játtað, verður eisini tikin av pengunum, kommunan annars hevur játtað til rakstur, og tað merkir so alt samalt, at virksemið í húsinum fer at verða munandi skert ta fyrstu tíðina, afturímóti tí, ið ætlanin var.

Og nú hava so fýra tinglimir lagt uppskot fyri Løgtingið um at landskassin skal játta tað, sum manglar í, nevniliga 1,6 milliónir.

 

- Vit meta, at Løgtingið eigur at fylgja A.P Møllergrunninum og Tvøroyrar Býráð, og játta tær 1,6 milliónirnar, sum mangla í, halda teir fýra tingmenninir.

 

- Sum er, stendur hesin vala bygningur tómur og bíðar eftir, at síðstu hendur verða lagdar á, áðrenn lív aftur fyllir lonirnar, siga teir so skaldsliga í umbønini til Løgtingið um eykajáttan.

 

Teir halda, at virksemi í hesum søguliga bygningunum kann vónandi verða við til at menna oynna aftur, nú honvtykist gerast ein eftirbátur í teirri framgongd, sum annars er.

 

- At peningur væntar í, tí byggjaríið gjørdist ov dýrt, er neyvan ein nýggjheit í hesum døgum, leggja teir afturat.