Hvat minnist tú best frá 2013?
- Tað var at sleppa at síggja abbadóttrina Maju, sum býr í Danmark - og sjálvandi er gleðin eisini stór, tá eg síggi hini abbabørnini.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?
- Tað var, at vit fingu hjálp til onkran í familjuni, sum hevði brúk fyri hjálp.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?
- Sitandi samgongu. Tað, sum tey hava gjørt móti landi og fólki, vóni eg ikki at uppliva aftur.
Hvat ynskir tú tær í 2014?
- At sitandi samgonga verður skift út við eina samgongu sum hugsar um okkum sum búleikast her heima, og at vit finna samhaldsfesti aftur. Tað hevur ikki verið eksisterandi seinastu tvey árini, sigur Kristian í Stórustovu.










