Bæði stór og smá kunnu lata seg freista at nýta nógvan pening til eyka innihald í telduspølum.
Tað gerst alsamt meiri vanligt, at telduspælið, sum tú keypir, er eitt skal, sum tú síðani mást fylla sjálvur. Tú fært einans ein part av spælinum ella tú kanst keypa meiri innihald til spælið. Endamálið er tað sama – at fáa teg at brúka meiri pengar. Soleiðis eru spøl sum eitt nú FIFA og Fortnite sett saman.
Í nøkrum spølum fært tú ein beinleiðis fyrimun, jú meiri pening tú nýtir í spælinum. Tað er serliga vanligt í spølum til telefonina, har tú kanst keypa eyka lív ella aðrar fyrimunir fyri at koma víðari.
Eitt annað dømi, tó at tað kanska er meiri at líkna við eitt lutakast, er FUT, Fifa Ultimate Team, í Fifa. Har verður tú eggjaður at keypa kortpakkar, líknandi vanligu fótbóltskortunum. Síðani kanst tú brúka spælararnar tú fært í spælinum. Møguleikin er sjálvandi til staðar, at tú fært fatur á Cristiano Ronaldo ella Lionel Messi – men har eru sjálvandi nógv fleiri miðal spælarar enn heilt góðir.
Tað vanligasta at keypa í slíkum spølum eru kortini skins. Tað vil siga ymiskt, sum broytir, hvussu spælið sær út, litir, klæði ella líknandi, sum ikki gevur tær nakran fyrimun.
Tað er ikki altíð neyðugt at nýta veruligan pening til at keypa við, tí í nógvum spølum fært tú gjaldoyru, meðan tú spælir, sum tú kanst rinda við. Tú kanst tó eisini keypa fleiri gjaldoyru við veruligum pengum, og her er tað, at markið gerst kámt, serliga hjá teimum yngstu.
Hetta kann føra til høgar útreiðslur, serliga um foreldur ikki eru ansin. Nógv foreldur geva børnunum atgongd til Playstation Store ella AppStore, og tá kunnu børnini keypa við kortinum hjá foreldrunum, um foreldrini ikki strika gjaldskortið aftur.
Tveir hættir at avmarka, hvussu nógv børnini brúka, er at antin seta eitt brúksmark á kontuna hjá børnunum, ella at krevja, at tey skriva eina kotu, sum einans tú kennir, inn, áðrenn tey sleppa at keypa nakað. Ein betri loysn er kortini kanska at keypa teimum elektronisk gávukort. Á tann hátt velja tey sjálvi, hvat tey nýta peningin til, samstundis sum tú kanst vera tryggur, at tey ikki nýta meiri enn ráðiligt er.