Magni Laksafoss
Lurtaði eftir fimmaranum tá heitið var "Fiskaframleiðsla í Kina - ræðumynd ella møguleiki?". Nógv áhugaverd sjónarmið vóru við í sendingini - var ikki samdur í øllum, men tað er sjálvsagt heldur ikki meiningin.
Stóri spurningurin í sendigini var, um vit skuldu lata flakavinnuna falla.
Eitt av teimum sjónarmiðunum í fimmaranum sum undraðu meg mest, og sum ofta hava undrað meg seinastu tíðina, eru sjónarmiðini hjá fleiri av búskaparfrøðingunum.
Hugtøk sum "Creative Destruction" og "lat falla tað, sum ikki kann standa" verða oftari og oftari havd á lofti av búskaparfrøðingum, og verða sett fram sum ein ævigur sannleiki. Hesi hugtøk hanga neyvt saman, og vil eg tí siga mína hugsan um bæði hugtøk undir einum.
Vinnarar og taparar
Í einum búskapi eru altíð vinnarar og taparar. Tí má man tryggja sær, at tilfongið, tvs. arbeiðsmegi, rávøra og kapitalur, kann sleppa at fara hagar, sum tað gevur størst íkast til búskapin.
Vit kunnu t.d. ímynda okkum, at tvey flakavirki standa lið um lið á einum keikanti í Føroyum. Annað virkið hevur stórt avlop, meðan hitt virkið hevur stórt hall. Um marknaðurin fær loyvið til at gera sum hann vil, vil virkið við halli fara av knóranum, meðan væl riknað virkið vil vaksa og mennast.
Her má almenni mynduleikin sjálvandi lata falla tað, sum ikki kann standa. Eingin ivi um tað. Um tað almenna her hevði valt at geva taparanum studning, vildi hetta einans gjørt, at góða virkið hevði havt verri umstøður at ment seg, tí rávøran og arbeiðsmegin høvdu verið brúkt til tað verra virkið.
Um marknaðurin hevði fingið frið, vildi rávøran, arbeiðsmegin og kapitalurin farið til betur riknað virkið, og samlaða úrslitið hevði verið munandi betur.
Her er samstundis talan um "Creative Destruction" í tí líki sum Joseph Schumpeter skrivaði um í 1942.
Creative Destruction
Hetta hugtak kom fram í 1942 av Joseph Schumpeter í hansara bók "Capitalism, Socialism and Democracy" og viðgjørdi eina prosess, sum støðugt broytti búskapin innanífrá við at bróta niður gamlar vinnur samstundis sum nýggjar byggjast upp. Berandi drívmegin er innovatiónir - nýhugsan - entreprenørar.
Vit kunnu eisini siga, at Creative Destruction hendir, tá okkurt nýtt drepur okkurt gamalt.
Eingin ivi er um, at hetta hugtakið kann siga okkum eina rúgvu um hvussu veruleikin hongur saman og at hetta hugtakið altíð skal havast í huga tá vit síggja at "gamlar" vinnur eru hóttar, tí vit skulu altíð ansa okkum, at vit ikki bjarga gomlum vinnum, sum tapa í eini kapping. Vinnur mugu hava loyvið at doyggja um aðrar vinnur skulu hava møguleika fyri at vaksa. Út frá hesum kemur ráðgevingin vit stundum hoyra: "lat falla tað, sum ikki kann standa".
Ikki altíð allur sannleikin
Trupuleikin er, eins og við so mongum øðrum, at vit skulu ansa okkum ikki at yvirnýta hetta hugtakið.
Hugtakið bleiv m.a. yvirnýtt undir dotcom-bløðruni, har allir leiðarar og búskaparfrøðingar tosaðu um, hvussu creative destruction vildi seta ein nýggjan búskap í staðin fyri tann gamla. Í veruleikanum brast dotcom-bløðran!
Í døminum omanfyri bleiv nevnt at tvey virki stóðu lið um lið á sama keikanti og niðurstøðan var, at tað besta fyri samlaða búskapin var, at lata betur riknað virkið fáa rávøruna og arbeiðsmegina og lata virkið við halli fara av knóranum.
Hvat nú um veruleikin var, at virkið við avlopi stóð í Kina? Hevði tað framvegis verið tað besta fyri føroyska samfelagið at latið rávøruna farið til Kina? Hvat so við arbeiðsmegini? Skal kapitalurin eisini fara til Kina? Er hetta betur fyri føroyska samfelagið? Er hetta "creative destruction" ella er hetta bara "destruction"? Liggur "creative"-parturin ikki í hesum føri í Kina?
Spurningurin her er ikki um hvat loysir seg best fyri einstaka virkið - spurningurin er, hvat loysir seg best fyri samfelagið! - Tí gerst spurningurin sera torførur til tíðir.
Ogn føroya fólks?
Eitt annað sjónarmið sum ofta hevur verið nevnt er, at fiskurin er ogn føroya fólks. Um vit siga, at hetta er soleiðis, eiga vit so ikki tryggja okkum at hetta virðið verður gagnnýtt best møguligt?
Lat okkum taka eitt dømi.
Stórur partur av livrunum verða framvegis blakaður fyri borð heldur enn at verða latnar til livravirkið. Her er talan um at tveita ogn føroya fólks fyri borð heldur enn at gagnnýta eina rávøru. Sjálvsagt áttu vit at lóggivið at livrarnar skuldu takast inn til lands, soleiðis at ognin ikki bleiv tveitt burtur.
Á sama hátt áttu vit at lóggivið fyri, at okkara fiskur ikki fór av landinum óvirkaður.
Sjálvsagt skulu vit ikki halda fiskinum aftur fyri einhvønn prís, men sum støðan er í dag, lata vit hann fara alt ov lætt. Vit kundu t.d. lóggivið eins og íslendingar, soleiðis at tað ikki loysti seg alt ov væl at landa uttanlanda.
Um vit ikki lóggeva, men bara lata standa til, vilja flakavirkini og livravirkið møguliga geva hall í komandi árum. Skulu vit lata falla tað, sum ikki kann standa, sjálvt um talan einans er um, at vit hava politikkarar sum ikki tora at lóggeva fyri at verja okkara ogn? Er hetta "creative destruction" ella bara "destruction"?
Ongin nýggjur vinnari
Trupuleikin við øllum hesum er, at um creative destruction hugtakið skal geva meining í einum búskapi mást tú hava vinnugreinir sum vinna. Tvs. at fyri at lata taparan falla, mást tú hava ein vinnara. Vit hava ongan nýggjan vinnara í føroyska búskapinum, sum kann rættvísgera at vit lata "gamlar" vinnur falla. Tað, sum í stóran mun hevur útkonkurrerað flakavinnuna er vøksturin í almennu útreiðslunum.
Seinastu 10 árini hevur landskassin økt sínar útreiðslur til rakstur og íløgur við 120 prosentum - tvs. at landskassin hevur meiri enn tvífalda sínar útreiðslur. Samstundis hava kommunurnar økt sínar útreiðslur við 200 prosentum - tvs. at kommunurnar í dag brúka tríggjar ferðir so nógvan pening til rakstur og íløgur í mun til fyri 10 árum síðani.
Nýggi "vinnarin" í føroyska búskapinum er sostatt almenni sektorurin. Skulu vit lata flakavinnuna falla fyri at geva rúm fyri almenna sektorinum? Kunnu vit liva av at útflyta almennar tænastur?
Eg haldi, at í staðin fyri at búskaparfrøðingar hálova marknaðinum og "creative destruction" og tosa um "lat falla tað, sum ikki kann standa", áttu teir heldur at ávarað móti stóra vøkstrinum í almennu útreiðslunum. Um almenni sektorurin hevði vaksið minni, høvdu tær virðisskapandi vinnurnar fingið meiri rúm til vøkstur og ikki verið undir eins stórum trýsti og í dag.
Hvørji eru ráðini?
Eg haldi at hugtakið "creative destruction" er sera áhugavert. Eg vildi einans ynskt, at meiri bleiv tosað um "creative"-partin og minni um "destruction"-partin. Tað eg hugsi um er, at einasta ráðgeving vit hoyra í løtuni er, at vit mugu "lata falla tað, sum ikki kann standa".
Tað hevur tikið mong ár at byggja tey virkini upp sum standa í dag - men tað tekur einans stutta tíð at bróta tey niður aftur. Vit mugu duga betur at menna tað vit hava heldur enn bara "lata tað falla, sum ikki kann standa".
Vit eiga heldur at tosa um hvussu vit fremja nýhugsan og innovatiónir heldur enn einans at tosa um at lata verandi falla. Tí tað er gjøgnum nýhugsan og innovatiónir at vit skapa vinnarar - taparnir skulu nokk koma og fara av sær sjálvum.
Vit mugu hava dirvi og áræði til at taka uppgávurnar á okkum og vera við til at menna hetta landið. Vit mugu vera við til at skapa vinnarar.
Lat flakavinnuna falla?
Lat okkum nú venda aftur til innleiðandi spurningin - "skulu vit lata flakavinnuna falla?"
Eg eri ein av teimum búskaparfrøðingunum sum meinar, at flakavinnan í tí líki hon hevur í dag kann ikki liva leingi afturat. Niðurstøðan hjá mær er tann, at vit mugu finna eina loysn uppá at tillaga okkum til veruleikan - tvs. tryggja okkum at vinnan fær tillaga seg til broytta veruleikan. Her hugsi eg ikki einans um at vinnan sjálv skal tillaga seg, men minst líka nógv at tær politisku rammirnar skulu gerast betur, soleiðis at vinnan ikki einans kann yvirliva, men soleiðis at hon eisini kann mennast og vaksa í komandi árum. Tað er jú av fiskinum og fiskavirking vit liva av í Føroyum, og sum vit eisini kom til at liva av í nógv ár framyvir.
Okkara politikkarir hava í so máta ikki víst seg at duga at gingið fremst og víst leiðina - vónandi verður hetta betur komandi tíðina, tí komandi árini verða ikki lættari enn tíðin í dag.