Fyri at bjarga enn fleiri børnum í ferðsluvanlukkum hava tung umboð innan svenska bilídnaðin tikið seg saman um eina felags virkisætlan.
Virkisætlanin er komin í lag orsakað av, at talið á børnum í Svøríki, ið koyra í bilstólum, sum venda aftureftir er minkandi. Tað fer helst at hava við sær, at talið á álvarsliga skaddum og deyðum børnum fer at vaksa, stendur at lesa á heimasíðuni hjá svenska ferðslutrygdarráðum.
Kanningarnar vísa nevniliga, at aftureftir vendir bilbarnastólar eru fimm ferðir tryggari, enn bilstólar, ið venda frameftir.
Endamálið við virkisætlanini er fyrst og fremst at hava eyga við bilbarnastól-mentanini í Svøríki.
Við í virkiskætlanini, saman við myndugleikunum, eru eitt nú bilfyritøkurnar Renault, Peugeot, Volvo, GM Saab, GM Opel, VW, Hyundai, Kia og Toyota.
Verkætlanin er tann fyrsta av sínum slagi.
Svøríki hevur í nógv ár gingið undan við atliti til tryggleika hjá børnum í bili. Umframt eina røð av starvsstovuroyndum, hava sviar eisini gjørt gjøllar kanningar av einum stórum tali av ferðsluvanlukkum við børnum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Landsvirkisætlan
Ein slík virkisætlan er úrslit av, at Svøríki hevur eina landsvirkisætlan fyri ferðslutrygd. Norðurlond hava øll uttan Føroyar eina landsvirkisætlan fyri ferðslutrygd.
Føroyar hava júst fingið staðfest Nullhugsjónina við lóg, og tað er eitt stórt stig framá.
Næsta stigið verður ein landsvirkisætlan fyri ferðslutrygd í Føroyum, sum skal gera tað møguligt at náa endamálinum við Nullhugsjónini.
Keldur: ntf.se, folksam.se, sikkertrafik.dk og ferdslutrygd.fo
Myndatesktur:
Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at børn upp til 2-3 ára aldur verða bundin í stólar, ið venda aftureftir. Men, tú mást ansa væl eftir at seta stólin rætt, tí skeiv uppseting gongur út yvir trygdina