Lat alivinnuna fáa frið

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandflokkin, ávarar í lesarabrævið í dag, ímóti at órógva alivinnuna ov nógv.

 

Hann sipar til tíðargreinina hjá Poul Michelsen herfyri, har hann læt frætta, at arbeitt verður við eini nýggjari alilóggávu.

 

Magnus Ramussen sigur m.a., at alivinna í Føroyum er í heimsflokki og hevur arbeitt seg upp á tindin undir verandi skipan. Tað merkir, at skipanin riggar og ikki er neyðugt at gera stórar broytingar í nøkrum, sum riggar sum tað skal.

 

Magnus Rasmussen sigur, at heldur skuldi landsstýrismaðurin arbeitt fyri at fáa alla vinnuna lívfrøðisliga burðardygga.

 

Lesarabrævið hjá Magnusi Rasmussen kann lesast her