Lastbilur koppaði niður í túnið

Fyri løtu síðan hendi eitt ferðsluóhapp á Norðara Ringvegi, beint suður av kringvarpshúsunum í Havn.

Fyri løtu síðan hendi eitt ferðsluóhapp á Norðara Ringvegi, beint suður av kringvarpshúsunum í Havn.

 

Løgreglan sigur, at enn vita tey so lítið um hendingina at siga, men ein lastbilur, sum var á veg úr Marknagili og oman eftir Norðara Ringvegi, av eini ella aðrari orsøk endaði uppi á gongubreytini og koppaði oman í eitt tún, har hann nú liggur á síðuni.

 

Sum in.fo skilir hendingina, var tað ein mótkoyrandi persónbilur, sum skuldi snara inn í Áargeil, ið órógvaði føraran á lastbilinum.

 

Tá førarin á lastbilinum royndi at umgangast samanstoyt, royndi hann at snara høgrumegin persónbilin og kom upp á gongubreytina. Á gongubreytini var hált, og lastbilurin endaði niðri í einum túni, har hann koppaði á síðuna.

 

Løgreglan sigur, at enn vita tey ikki, hvussu vorðið er við føranum á lastbilinum, men hann segði seg hava pínu í nakka og ryggi. Sjúkrabilur var á leiðini, tá tilburðurin fór fram, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.