Ætlanin er at savna lastbilar í Leirvík og Klaksvík fyri at floyta og blinka Dúgvuni og manningini farvæl, og takka fyri gott samstarv.
- Dúgvan og manningin umborð hava havt ómetaliga nógv at siga fyri flutningsfyritøkurnar og aðrar fyritøkur í Føroyum, og ikki minst fyri bilførarnar, verður sagt.
Bilarnir skulu møta í Leirvík klokkan 11.30 til at seta bilarnar upp. Í Klaksvík møta bilarnir klokkan 12.
Skipast skal so fyri, at bilarnir í Klaksvík koma at standa heilt norðuri á endanum á Stangabrúnni. Hetta er orsakað av at nógv onnur tiltøk eisini eru á ferjuleguni. Í Leirvík verða bilarnir á ferjuleguni, har teir fara at geva seg til kennar við floyti og blinkljósum.
- Við hesum fer Trucker Festivalurin vegna bilførarnar í Føroyum at takka fyri tær góðu løturnar umborð á Dúgvuni, somuleiðis takka vit eisini fyri blíðskapin, sum manningin hevur víst, sigur Leif Eliasen, sum vegnar Trucker Festivalin fyriskipar hetta tiltakið










