Klaksvíkarbólkurin, Last Breath, verður millum nøvnini, sum verða at hoyra á Fjarðafestivalinum Tað var í byrjanini av 2007 at 4 ungir klaksvíkingar stovnaðu bólkin Last Breath. Allir høvdu teir tvey ting til felags, teir elskaðu at spæla tónleik og høvdu eitt brennandi ynski um at brúka tónleikin til at breiða út tann boðskapin teir elska.
Síðani hava teir haft fleiri sera væleyðnaðar framførðslur og er bólkurin mentur sera nógv og spæla teir eina blanding av rock/metal/alternativum tónleiki. Eftir eina sera væleydnaða framførslu í Kelduni í apríl mánaði, varð avgjørt at bjóða hesum vælspælandi bólki við á ársins festival. Teir sum manna bólkin eru, Hans Andrias - Sang, Gittar, Karstin ? trummir, Hjalgrím - Gittar, sang, Gunnar ? Bass.
Last Breath er ein bólkur ein eigur at halda eygu og oyru við í framtíðini, teir hava verðuliga fingi vind í seglini og fara uttan iva at geva tað besta teir eiga á Fjarðafestivalinum 2008.










