Lars: Stuttligt at síggja menningina hjá liðnum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Landsliðsvenjarin, Lars Olsen var foreintur við úrslitið, og sera væl nøgdur við avrikið hjá føroyska landsliðnum í kvøld

- Tað er stuttligt at síggja hvussu liðið hevur ment seg, og eg eri bæði glaður og stoltur, bæði vegna Føroyar, vegna spælararnar, og vegna meg sjálvan yvir hetta avrikið. Orðini eigur føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen.

 

Lars Olsen er foreintur við at koma á talvuna. Hann vísur tó á, at føroyska liðið kundi saktans vunnið, men hinvegin so kundi alt verið farið í vaskið ímóti dystarenda, tá Ungarn hevði ein duppultan málmøguleika, sum Gunnar Nielsen og verjan bjargaðu væl, og tað er hent fyri, at Føroyar hava mist eitt gott úrslit í seinastu løtu, og tí er Lars Olsen fegin um at hava lagt út við at fáa stig. Talan er um áttanda stigið Lars Olsen hevur tryggjað sær við føroyska liðnum. Áður er talan um tveir sigrar ímóti Grikkalandi, og javnleik 1-1 ímóti Kasakstan. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi í Mixed Zone aftaná dystin ímóti Ungarn.