Fróði Benjaminsen er tøkur aftur til landsdystin móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17 á Tórsvølli. Lars Olsen hevur møguleikan at innkalla ein spælara afturat, men landsliðsvenjarin heldur ikki at tað er neyðugt.
Les eisini: Hesin skal døma dystin
- Vit taka ikki fleiri spælarar inn. Allir, sum eru í hópinum, eru klárir eftir dystin móti Portugal. Tí halda vit fast í tí hópinum, sum vit hava, sigur Lars Olsen.
Fróði Benjaminsen hevur verið upptikin av útbúgving, men er tøkur aftur. Umframt tað, so vóru fleiri spælarar í danda fyri at fáa leikbann til dystin móti Andorra. Teir vóru Atli Gregersen, Jónas Tór Næs, Gilli Rólantsson, Jóan Símun Edmundssin og Viljormur Davidsen. Ongan teirr fekk gult kort og tí eru allir tøkir til dystin í morgin.
Les eisini: Føroyar eru favorittar
Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína seinastu landsliðsvenjing undan dystinum. Hon var í Sørvági, tí landsliðið býr á Hotel Vágum. Pláss er ikki fyri landsliðnum á Hotel Føroyum og landsliðið hevur valt at venja í lokalumhvørvinum, so spælararnir fáa mest møguliga tíð at hvíla.
Rás2 sigur frá landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17.









