Lars Olsen: Stóri munurin var persónligu mistøkini

Landsliðsvenjarin ásannar, at tað kostaði, at vit vóru strongdir og harvið ofta mistu bóltin í uppspælinum

Jóan Símun Edmundsson og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru eyðsýndir bæði í kvøld og hóskvøldið í Ungarn.

Tað er ein av niðurstøðunum hjá Lars Olsen, landsliðsvenjara, eftir at Føroyar í kvøld taptu 3-0 á heimavølli ímóti Rumenia, sum við sigrinum hevur kvalifiserað seg í EM endaspæli í Fraklandi næsta summar.

Jóan Símun Edmundsson hevur leingi verið millum lyklaspælararnar á landsliðnum. Avrikini hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og niðurstøðan hjá venjaranum siga, at landsliðið nú hevur funnið ein evnagóðan og væl upplagdan framrættaðan spælara aftrat, sum hevur stórt sjálvsálit.

 

Landsliðsvenjarin ásannar, at tað á hesum støðinum kostar at gera mistøk, og at tað kostar tvífalt, tá ið einki fæst burturúr møguleikum:

-Øll málini vórðu skorað eftir persónlig mistøk. Eg haldi ikki, at munurin var so stórur, sum tølini siga. Ein trupulleiki er, at teir eru eirindarleysir og sekta okkum, og ein annar trupulleiki er, at vit ikki taka av. Hallur Hansson hevur risa møguleika, og í fleiri førum var talan um spentar støður eftir at fríspark, hornaspørk og innkøst komu í rumenska brotsteigin, staðfestir Lars Olsen.

Nú fara spælararnir á Hotel Føroyar at eta døgurða:

-Har fari eg at nýta høvið at siga spælarunum, at vit eru væl nøgdir við hesa undankappingina, og at vit gleða okkum at fara undir nýggja HM undankapping næsta summar, sigur Lars Olsen.