Lars Olsen: Sølvi mitt á miðjuna ella Andrias í miðverjuna

FM1: Landsliðsvenjarin sigur sína hugsan um liðið, sum skal spæla hansara seinasta dyst

##med2##

Í morgin spælir føroyska landsliðið sín seinasta EM-landsdyst á hesum sinni. Hetta verður eisini seinasti dysturin hjá Lars Olsen. Hann sigur at tað er eitt sindur kensluborið, men at lívið gongur víðari.

Tað er eitt sindur kensluborið og eg havi hugsað um tað í eina tíð. Tað hevði verið stuttigari um seinasti dysturin var í Føroyum, men lívið og fótbólturin gongur víðari. Tað kemur ein nýggjur landsliðsvenjari og eg havi eitt nýtt arbeiði. Alt gongur víðari, sigur Lars Olsen.

 ##med3##

Hann hevur ikki endaliga sett liðið enn, men váttar at Odmar Færø ikki verður partur av liðnum, meðan tað er óvist hvussu hann loysir tað uppgávuna.

- Odmar Færø spælir ikki, tí hann hevur fingið ein skaða í økilin á høgra fóti. Vit hava nú tveir møguleikar. At seta Andrias H. Eriksen inn í miðverjuna, ella at flyta Rógva Baldvinsson aftur, og flyta Sølva Vatnhamar mitt á miðjuna. Eg havi ikki tikið avgerð um tað enn, sigur Lars Olsen.

In.fo hevur gitt, at Lars Olsen velur loysnina, har Rógvi Baldvinsson dettur aftur í miðverjuna og Sølvi Vatnhamar spælir mitt á miðjuni.

Vit gita:

Føroyar (3-4-3) Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Gilli Rólantsson, Brandur Hendriksson, Sølvi Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Jóannes Bjartalíð

##ms##

FM1: Samrøða við Lars Olsen