Endaligur sáttmáli er nú gjørdur millum FSF og Lars Olsen. Tað váttar Christian Andreasen, FSF-forseti.
Umframt at verða venjari hjá A-landsliðnum, skal Lars Olsen í nóggv størri mun enn undanfarnir venjarar verða við í planleggingini av øllum landsliðunum. Eisini skal hann hava nógv neyvari samskifti við feløgini.
Ætlanin er eisini, at hann skal verða við til at undirvísa føroysku venjarunum, og í heila tikið verða nógv sjónligari í føroyskum fótbólti.
Spurdur um lønina hjá Lars Olsen sigur Christian Andreasen, at tað er ein privat søk, og at hann ongar viðmerkingar hevur.
Men eg kann siga, at tey tølini, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum als ikki eru røtt, sigur Christian Andreasen.