Lars Olsen: Blandingin er røtt

Tað sigur Lars Olsen um hópin, sum hann hevur úttikið til venjingardystin móti Íslandi í kvøld. Millum teir, ið eru úttiknir eru fýra leikarar, sum hava aldur til U21 landsliðið. Teir eru Kristian Joensen, René Shaki Joensen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. Hetta metur Lars Olsen ikki verða ein trupulleiki.

 

U21 landsliðið spælir móti Danmark í klokkan 19.00 í Gundadali, meðan A-landsliðið spælir móti Íslandi í Reykjavík klokkan 20.45.

 

Hoyr her samrøðu við Lars Olsen, sum var gjørd um vikuskiftið.