Hóskvøldið verður sera áhugaverd filmssýning við fyrilestri og orðaskifti í Norðurlandahúsinum. Tað er Per Zetterfalk úr Svøríki, ið fer at sýna sín dokumentarfilm KALL um Lars Norén, ið verður roknaður fyri at vera ein hin fremsti svenski dramatikarin síðan Strindberg.
Leikirnir hjá Lars Norén eru nógv leiktir runt um í heiminum, og hann er ein á allan hátt ein sera kreativur persónur. Í tvey ár fekk Per Zetterfalk loyvi at sleppa handan leiktjøldini og fylgja við tí annars so fjølmiðlasmæðna Lars Norén og fáa eitt innlit í norensku skapanartilgongdirnar, sum eingin undan honum hevur megnað.
Um dokumentarfilmin KALL hevur kendi danski dokumentarframleiðarin Jørgen Leth sagt: »Ein týdningarmikil filmur. Norén er ein risi, og Zetterfalk letur hansara heilt serstøku arbeiðistilgongdir upp fyri okkum«.
Hóskvøldið verður høvi at síggja dokumentarfilmin og hoyra Per Zetterfalk greiða nærri frá um Lars Norén og filmsframleiðsluna annars. Eisini verður høvi at skifta orð við Per og seta honum spurningar. Tiltakið er alment og ókeypis og byrjar kl. 19.30.