Hondbóltur
Tað hevur leingi gingið sum slatur millum hondbóltsáhugaðar føroyingar, at Lars Nedergaard ikki fór at sita leingi sum landsliðsvenjari, og nú er tað so vorðið veruleiki. Eivind Jacobsen, formaður í hondbóltssambandinum, váttar, at avtalan millum HSF og Lars Nedergaard er strikað, og hann sigur tað verða fleiri orsøkir til tess.
Fíggjarkarmarnir avgerandi
Eivind Jacobsen sigur, at tað fyrst og fremst eru teir fíggjarligu karmarnir, ið hava gjørt, at sáttmálin millum HSF og Lars Nedergaard er strikaður. Millum annað var tað ógvuliga kostnaðarmikið, at danin ofta skuldi ferðast aftur og fram millum Føroyar og Danmark, umframt aðrar útreiðslur, ið fylgdu við. Tær samlaðu útreiðslurnar av at hava Lars Nedergaard sum venjara blivu ov høgar, sigur formaðurin í hondbóltssambandinum.
Gjørt eitt gott arbeiði
Tað er ikki tí at hondbóltssambandið er ónøgt við avrikið hjá føroyska landsliðsvenjaranum, at sáttmálin er strikaður, tíEivind Jacobsen sigur, at HSF hevur verið væl nøgt við arbeiði hjá Lars, og at danin hevur lagt lunnar undir nógvar ætlanir, ið føroyskur hondbóltur kann fáa gagn av í framtíðini.
Lars Nedergaard hevur millum annað lagt fram eina ætlan, ið hann nevnir "missión 2010", har hann hevur lagt eina strategi fyri, hvussu hondbóltsfeløgini kring landið og HSF sjálvt skulu arbeiða fram ímóti einari støðugari menning av føroyska hondbóltinum.
Fara at lýsa í Føroyum
Formaðurin í HSF sigur, at hondbóltssambandið fer í næstum at lýsa eftir nýggjum landsliðsvenjara, og tað verður fyrst og fremst søkt í føroysku miðlunum. Eivind Jacobsen sigur, at tað er í flestum førum ov kostnaðarmikið at hava útlendskan venjara, og tí verður fyrst og fremst leitað her heima.
Tað hevur verið tungt fíggjarliga at hava manslandsliðið, sigur Eivind Jacobsen og leggur afturat, at HSF umhugsar, um tað er rætt at verða við í play-off kappingum hvørt ár. Hinvegin umhugsar HSF, um tað ikki er ein gongd leið at verða við í minni kappingum annaðhvørt ár, og so kanska play-off annaðhvørt ár. Hetta verður tó alt gjørt í samráð við komandi landsliðsvenjaran og landsliðshópin, sigur formaðurin í HSF at enda. Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Lars Nedergaard til tíðindini, men hann hevur ikki verið at hitta seinastu dagarnar.