Lars Løkke tosar ikki politikk við vermóður

– Eg og Lars hava ongantíð tosað um politikk – ella næstan ongantíð, tí at eg veit, at vit eru so ósamd

– Eg og Lars hava ongantíð tosað um politikk – ella næstan ongantíð, tí at eg veit, at vit eru so ósamd.

 

Tað segði Bergljót av Skarði, tá hon var gestur hjá Øssuri Winthereig í sendingini »Afturáaftur« í útvarpinum fríggjadagin.

 

Bergljót av Skarði er vermóðir Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra í Danmark. Kona Lars Løkke Rasmussen, Sólrun Løkke Rasmussen, er dóttir Bergljót av Skarði úr Havn og Jákup Petersen, lækna, úr Klaksvík.

 

Og tá Bergljót av Skarði sigur, at hon og versonurin eru ósamd politiskt, so kunnu vit til stuttleika nevna, at Bergljót av Skarði er dóttir Sigurð Joensen, sakførara og skald, sum eisini var løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin. Og mamma Bergljót, Sigrið, var dóttir háskúlamannin Símun av Skarði, sum millum annað hevur yrkt tjóðsang okkara.

 

Lars Løkke Rasmussen er formaður í danska flokkinum Venstre, sum er systirflokkur hjá føroyska Sambandsflokkinum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra brot úr sendingini.

 

Øll sendingin kann hoyrast við at TRÝSTA HER