Lars Jansson og Plúmm í Norðurlandahúsinum

Tann gitni svenski klaverleikarin Lars Jansson verður í næstum í Norðurlandahúsinum við sínari trio. Maðurin, ið verður róptur týdningarmesti jazz-klaverleikarin í Norðanlondum seinastu 20 árini, hevur eitt náttúrligt og inniligt klaverspæl.

 

Hansara egnu løg bera sterkt brá av norðurlendskari melankoli, sum eisini hóskar væl til føroyingar. Sama kvøld og –stað verður føroyska 80’ara-orkestrið Plúmm, ið spældi við legenduni Holger Laumann, at hoyra.

 

Tiltaið verður í Norðurlandahúsinum 14. oktobur, og er ein partur av Jazzfestivalinum.

 

Hesum boðar Norðurlandahúsið frá.