Rógvi Baldvinsson, René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Róaldur Jakobsen og Viljormur Davidsen eru møguliga allir nýggir í uppstillingini móti Ungarn hóskvøldið
Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini
Føroyska landsliðið er komið leiðina fram til ungarska høvðusstaðin. Í ferðalagnum restaðu Brandur H. Olsen, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen í. Teir hava allir leikbann til hendan dystin, men verða tøkir til dystin móti Rumenia sunnukvøldið á Tórsvølli.
Fyrrapartin í dag var venjing á søguliga Ferenc Puskás leikvøllinum í Budapest. Hetta var fyrsta venjingin hjá A-landsliðnum til hendan dystin. Stórur spenningur er um, hvussu Lars Olsen blandar kortini hesa ferð, tá tríggir so týðandi spælarar ikki eru tøkir.
Fyrsta venjingin gav ábendingar um, at helst verða fleiri broytingar enn tær tríggjar, sum Lars Olsen er tvingaður at gera.
Lars vil lítið siga
Hóast venjingin gav nógvar ábendingar um hvat Lars Olsen hugsar til dystin móti Ungarn, so vildi hann ikki siga tað stóra.
Hann avdúkaði, at hann hevði tikið avgerð um sjey ella átta pláss á vøllinum, men at hann hevði nógv at hugsa um til hendan dystin.
- Hetta er ein av teimum dystunum, har eg havi havt mest at hugsa um. Vit hava fleiri pláss, har nýggir spælarar skulu inn. Eg havi nokk tikið avgerð um sjey ella átta pláss á vøllinum. So nú má eg líka hugsa um undan venjingini í morgin, sigur Lars Olsen.
In.fo metir: Føroyar(4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Rógvi Baldvinsson, Sølvi Vatnhamar – René S. Joensen, Róaldur Jakobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson










