TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við landsliðsvenjaran, Lars Olsen aftaná 1-3 tapið ímóti Norðurírlandi.
Lars ergrar seg um tapið og reyða kortið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, sum broytti fyritreytirnar í dystinum. Men Lars vil eisini framhevja tað góða føroyska spælið í pørtum av dystinum. Ikki minst er Lars nøgdur við fyrsta stóra korterið av seinna hálvleiki.
Lars fer nú undir uppgávuna ímóti Finnlandi í Helsinki við góðum treysti, og hann er bjartskygdur um, at eitt gott úrslit kann fáast á olympiska leikvøllinum í Helsinki.









