Rógvi Baldvinsson, René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Róaldur Jakobsen og Viljormur Davidsen eru allir nýggir í uppstillingini móti Ungarn í annaðkvøld.
Les eisini:Nógvar broytingar
Lars Olsen kunngjørdi til venjing í kvøld liðið, sum skal byrja inni móti Ungarn í annaðkvøld. Viljormur Davidsen kemur inn á vinstrabakkin, Rógvi Baldvinsson og Róaldur Jakobsen kom inn á miðvøllin saman við Sølva Vatnhamar, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu og René S. Joensen kominn á ávikavist vinstra og høgra vongi.
Les eisini:Takk fyri meg á landsliðnum
Brandur H. Olsen, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen hava allir leikbann, meðan Christian L. Holst og Gilli Sørensen detta úr uppstillingini.
Føroyar(4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Rógvi Baldvinsson, Sølvi Vatnhamar – René S. Joensen, Róaldur Jakobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson