Kim Kielsen, grønlendska landsstýrisformanninum, er undir trýsti, tá hann seinni í dag skal møta Lars Løkke Rasmussen, danska forsætisráðharranum. Á skránni fyri fundin er ein avtala um danska fígging og ognarskap av nýggju flogvøllunum í Nuuk, Ilulissat og Qaqortoq.
Ætlanin hjá Kim Kielsen at lata danir fíggja og eiga ein part av nýggju flogvøllunum hevur longu skapt eina samgongukreppu, aftaná at Partii Naleraq í gjár boðaði frá, at teir fýra tinglimirnir hjá flokkinum ikki longu eru at rokna sum partur av samgonguni.
Tað er tó ikki bara frá øðrum flokkum, at funnist verður at avtaluni. Lars-Emil Johansen, sum í fleiri ár var ein av oddamonnunum í stjórnarflokkinum Siumut, finst á Facebook at avgerðini, ið hann stúrir fyri kann beina fyri sjálvstýristilgongdini hjá grønlendingum.
- Ansið nú uppá, at tit ikki seta alla sjálvstýrisrørsluna í vanda við at loyva danskari luttøku í byggingini av flogvøllunum, skrivar Lars-Emil Johansen á Facebook, sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.
Fyrrverandi landsstýrisformaðurin og fólkatingslimurin vísir á, at um Grønland tekur móti fleiri pengum frá Danmark, so fær tað eina ávirkan á politisku skipanina.
- Fíggjarliga íkastið hjá dønum til Grønland er fastfryst í støddini av blokkstuðlinum, tá sjálvstýrið bleiv skipað 21. mai 2009. Ein broyting av hesum broytir alla skipanina í sjálvstýrinum, skrivar Lars-Emil Johansen.
At enda heitir hann á Kim Kielsen, um at finna aðrar íleggjarar til verkætlanina, tí avtalan er eitt bakkast fyri sjálvstýrisrørsluni.
- 47 ára langa stríðið fyri at seta ferð á sjálvstýristilgongdina verður fyri einum stórum bakkasti, um tað hepnast donsku stjórnini, við ovurfegna stuðlinum hjá Dansk Folkeparti, at leggja fót fyri sjálvstýrisrørsluna, skrivar Lars-Emil Johansen og leggur afturat.
- Finn aðrar íleggjara – tað er møguligt.