Lars: Eg umhugsi at broyta spælskipan

Rás2: Landsliðsvenjarin hevur ikki tikið endaliga avgerð um hvussu liðið skal spæla

Lars Olsen umhugsar at skifta spælaskipan, tá føroyska landsliðið í annaðkvøld skal spæla móti Ungarn í seinasta HM-undankappingardystinum á hesum sinni. Møguleiki er, at vit koma at síggja landsliðið í somu spælskipan, sum móti Portugal og Andorra seinast.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

-Eg havi ikki tit endaliga avgerð, men eg vænti at Ungarn spælir við tveimum áleyparum. Tá passar okkum betri at spæla við trimum í miðvejruni, sigur Lars Olsen.

 

Hann tosar eisini um avrikið móti Lettlandi, avbjóðingarnar við Sonna Ragnar Nattestad og Halli Hansson og um Fróða Benjaminsen. Rás2 sigur frá landsdystinum millum Ungarn og Føroyar.