Larry King innlagdur við koronasmittu

Kendi amerikanski miðlamaðurin Larry King er innlagdur á sjúkrahús við covid-19, skriva keldur, ið hava samband við CNN, har King eisini hevur verið vertur í sendingum.

87 ára gamli King hevur verið innlagdur í eina viku, og vegna koronatilmæli, hava synir hansara, 3 í tali, ikki kunnað komið á vitjan.

Larry King hevur seinnu árini stríðst við heilsubrek. Hann hevur sukursjúku og hevur eisini  havt hjartatilburðir. Hann hevur eisini havt lungakrabba, men sigur seg verða komnan væl burturúr hesum, eftir viðgerð.

Í fjør andaðust tvey av vaksnu børnunum hjá Larry King; 65 ára gamli sonurin Andy doyði av hjartatilburði, og 52 ára gamla Chaia doyði av lungakrabba.

Almenningurin hoyrdi seinast frá Larry King, tá hann á Twitter heilsaði fylgjarum sínum í samband við Thanksgiving.