Ikki minnið álvarsligt er tað, at hettar so sera álvarsliga mál er farið aftur við borðinum, hvør skal siga, at tann sum tegur hann samtykkir. Samstundis sum øll vita, at ákærurnar als onki hava við veruleikan at gera, men er ein sjúkligur heilaspuni hjá einum manni, ið hvørki hevur samvitsku, ei heldur hevur teir menniskja eginleikar, ið skulu til fyri at standa á odda fyri okkara stolta fakfelag.
Tað er tann ómenniskjaliga avgerð hann tók í hesum málið eitt sera gott prógv um. Tí um hann bert hevði ein lítlan neista av tolsemi og næstrakærleika, so var tað jánkasliga skrivið, sum hevur smildrað eina menniskjalagnu og hansara familju, ongantíð komið fram í ljósið. At so Sonja Jógvansdóttur samskipari í Samtak segði seg stuðla formanninum í Fiskimannafelagnum í hesi skemdargerð er hennara skomm, tí eg trúgvi lítið uppá, at hennara limir hava somu sjónarmið sum hon sjálv hevur í hesum máli.
Alt Føroya fólk sat eftir við teirri fatan, at tá meirilutin í nevndini í Føroya Fiskimannafelag kundi fáa seg til, at burturvísa einum starvsmanni, ið trúliga hevði tænt felagnum í 35 ár - og tá løgregla og ákæruvald ikki komu upp í málið - so var hettar ein so álvarslig ærumeiðing, at alt annað enn ein treytaleys umbering, var tað minsta, ið hesin starvsmaður skuldi fingið. Men gakk, ikki vóru teir tríggir í meirilutanum og formaðurin, sum tóku hesa andstyggiligu avgerð, so frægt at sær komnir at teir gjørdu tað.
Eg eri ikki eri limur í nevnda fakfelag og kanska ikki tann rætti at viðgera málið, men sum borgari meti eg at tann tøgn, sum hevur valdað í hesum álvarsmálið frá limum Fiskimannafelagsins, har bert okkurt hissini illsinnisgleps er komið, og sum roynur at flyta fokus yvir á fyrrverandi formann felagsins, haldi eg at tað máttið sett at hjartanum og gjørt at onkur av teimum mongu sjómonnum, sum starvsmaðurin í gjøgnum hesi 35 árini hevur tænt so trúliga, søgdu sína hjartans meining.
Tá sitandi formaður setti seg í formannsstólin, byrjaði hann alt fyri eitt at síggja trøll á áljósum degi. Ímillum annað so skírdi hann formannin í reiðarafelagnum fyri at vera ein bandit. Ikki eiti á álit at kalla tann í hann skal samstarva við innan føroyska fiskivinnu, fyri at vera kriminellan. Tá tað sokallaða »Carlton málið« kom á dagsskránna, og felagið skuldi finna eina loysn, gjørdist leiklutur formannsins sítt til, at málið fór út á eitt síðuspor, soleiðis at limir felagsins mistu meginpartin av síni ársløn.
Rækjutrolarin Artic Viking úr Kollafirði, sum við ótrúligum ágrytni og dugnasemi av bæði manning og skipara hóraði undan, tá so gott sum allur okkara rækjufloti fór á húsagang ella á útlendskar hendir, kom eisini at merkja tað løgnu viðferð. Teirra egna fakfelag stevndi reiðaríðnum, tá íð harðast leikaði á. Við minkandi prísum og harav minkandi hýrum, var trupult fyri ikki at siga ógjørligt at manna skipið, sum eisini kendi sviðan av boykotti og stongdum havnum í Kanada. Hetta hevði við sær, at neyðugt var at fáa nakrar sjómenn úr Balticum, um skipið ikki skuldi leggjast.
Hetta fekk øði í nyggja formannin í Fiskimannafelagnum og ístaðin fyri taka støðu útfrá, hvat best var fyri reiðaríið og teir føroysku sjómenn sum vóru mynstraðir - eins og okkara samfelag, sum frá einum degi til annan kundi missa upphavsrættindir í Kanadiskum sjógvi, sum við tógvi stríð vóru vunnin gjøgnum treiskni og dugnasemi í áratíggir - so var tikin ein óskiljandi avgerð um, at Fiskimannafelagið stevndi sínum egnu limum. Úrslitið av hesum varð, at sama Fiskimannafelag tapti sakina. Men, men, ístaðin fyri at formaðurin viðurkendi, at hann hevði gjørt eitt álvarsligt mistak, og hann kundi turka hettar mistakið upp á manglandi ráðgeving, so megnaði hann enn einaferð ikki at halda seg til veruleikan, og loysunarorðið uppá, hvør hevði ábyrgdina av at fiskimannafelagið tapti sakina, var hokus pokus ikki Jan Højgård, men fyrrverandi formaður felagsins.
Bæði viðvíkjandi tí viðferð Olaf Johansen hevur fingið, eins og fyrrverandi formaðurin vísur aftur tær lygusøgur, ið eru bornar fram í hesum máli, eins og hann frá byrjan av, hevur víst á, at tað sum í áratíggir er uppbygt av fyrrverandi formonnum, ímillum annað fiskimannablaðið, tað verður útlagt sum hevnd fyri, at hann ikki varð afturvaldur, og tað meti eg er heilt burturvið.
Hví ikki koppa tí á og spyrja, hvør er orsøkin til, at Fiskivinnublaðið ikki kundi halda áfram undir sitandi leiðslu. Var tað tí at sitandi formaður ikki sá blaðið sum ein part av fiskivinnusøgu felagsins? var tað fíggjarliga óforsvarligt? ella hevði tað bara ikki hansara áhuga? Ikki bara eg, men mong við mær meta, at Fiskivinnublaðið gjørdist ein sannur dyrgripur í Fiskivinnusøgu Føroya bæði í dag og ikki minni fyri komandi ættarlið, har hvørt húski í Føroyum uppá ein ella annan hátt verða tvinnað saman bæði í sorg og í gleði. Stutt sagt so hevði nógv av okkara fiskivinnusøgu farið í gloymskunnar hav, um ikki persónar av sínum eintingum og við brennandi áhuga gjørdu sítt til, at varðveitt minnini um okkara sjómenn. At so teir menn sum nú sita afturá og yppa øksl, eins og teir royna at flyta fokus av tí skemdargerð, ið helst er eitt eindømi í Føroya søgu, tað er einki minni enn ein stór gøla.
Til seinast vil eg siga, at um ikki ein fundarsamtykt verður gjørd á komandi ársaðalfundi Fiskimannafelagsins, har limirnir harðliga átala ta viðferð, Olaf Johansen hevur fingið av meirilutanum í nevndini og formanni felagsins, so sær framtíðin hjá Føroya Fiskimannafelag ikki bjørt út.










