Langur vegur til heiðursmerki

Føroysku tennisspælararnir hava fyrireikað seg væl til Oyggjaleikirnar, men teir rokna ikki við, at teir fara at vinna heiðursmerki

Fyri tveimum árum síðani meldaði tennisitróttin pass, tá ið tað snúði seg um Oyggjaleikirnar. Hetta hevði við sær, at virksemið innan hesa ítrótt minkaði nógv.
Nú hava føroysku tennissspælararnir mannað seg upp aftur, og fimm spælarar fara til Guernsey at royna kreftir.
? Tað er ikki realistiskt at rokna við, at vit fara at vinna heiðursmerki. Tað eru nógvir sera sterkir spælarar við á Oyggjaleikunum. Summir eru hálvprofessionellir, og onkur er væl uppi á svenska styrkislistanum, sigur Jón Brekku, sum er ein av tennismonnunum.
? Av tí at vit ikki vóru við á Oyggjaleikunum seinast, var tað næstan steindeytt innan tennis í langa tíð. Nú er meira lív komið í aftur. Vit hava roynt at bøtt um umstøðurnar við vøllin, og so hava vit vant so nógv, sum vit kunnu.

Møta heimaliðnum
Fimm spælarar hava fyrireikað seg til Oyggjaleikirnar, og teir fara allir avstað. Ætlanin var at senda fýra spælarar og ein venjara avstað, men ístaðin valdu teir at senda fimm spælarar, so teir høvu onkran til at taka, skuldu skaðar komið uppí.
Og júst hetta hevur víst seg at gerast veruleiki. Jóhann Krog stríðist við skaða, og hann fer tí bara at royna seg í einmansleiki. Annars verður hann liðleiðari.
Allir teir fimm verða við í kappingini í einmansleiki, og tvey lið luttaka í tvímansleikinum.
Harafturat manna føroyingar eisini lið til liðkappingina. Har skulu teir í fyrsta umfarinum møta heimaliðnum Guernsey, sum sigst hava eitt sterkt lið. Skuldu føroyska liðið klára at bast Guernsey bíðar Rhodos eftir teimum í næsta umfarinum. Rhodos vann kappingina seinast.
Allar kappingarnar eru skipaðar eftir cup-skipan. Tað vil siga, at tá ið ein spælari ella lið tapir ein dyst, verður tað sent úr kappingini.
Spælt verður á graslíkisvøllum á Guernsey.

Luttakarar:
Jón Brekku
Martin Simonsen
Kristin Jensen
Teitur Poulsen
Jóhann Krog