Langur sjókaðal

Fyritøkan Kodiak Kenai Cable Company, sum er skrásett í Alaska, hevur ætlanir um at leggja ein sjókaðal ímillum London og Tokyo. Kaðalin verður 15.000 kilometrar langur, og kostnaðurin er mettur til seks milliardir krónur. Verkætlanin hevur fingið heitið Arctic Line, og tað kemst av, at ætlanin er at leggja kaðalin eftir havbotninum úir Atlantshavinum vestur um Grønland og norður um Kanada og haðani vestur í Kyrrahavið. Tey, sum hava fyrireikað verkætlanina, siga, at tann nýggi kaðalin fer at stytta samskiftistíðina millum London og Tokyo meiri enn 50 prosent.