Bæði kvinnur og menn hjá Neistanum eru partur av steypafinalunum í morgin. Tí verður talan um langan dag í høllini hjá Neista-fjepparum, nú kvinnufinalan byrjar longu klokkan 13.30, meðan klokkan helst fer at nærkast 18, tá mansfinalan er liðug.
Neistin hevur boðað frá, at teirra upphiting verðu í Neistahølunum í Gundadalshøllini. Longu klokkan 10.30 verður riggað til við morgunhugna við rundstykkjum, kaffipráti og neistahugna. Á leið klokkan 13 gongur leiðin so niðan í grønu høllina, har tey bláu uttan iva vilja seta sín dám á tær báðar finalurnar.










