Síðani klokkan 10 fyrrapartin hevur okkurt tingfólk staðið á tingsins røðarapalli.
Upprunaliga var roknað við, at mesti parturin av degnum fór at verða brúktur til at 2.viðgerð av fíggjarlógini fyri næst ár, men soleiðis bleiv dagurin ikki.
Í staðin fyri hevur tingið brúkt einar seks tímar uppá at viðgera eitt uppskot um uppboðssølu av fiski næsta ár. Hóast talan í prinsippinum var um eitt tekniskt lógaruppskot, sum skal í tingið aftur næsta ár, tá ið kvoturnar fyri uppsjóvarfiskin næsta ár eru ásettar,, so høvdu tingfólk almikið at siga um fiskivinnuna.
Kanska kom ikki so nógv nýtt fram, men partarnir fingu sagt frá støðuni í mun til nýskipanini av fiskivinnuni, sum skla koma í gongd 1.januar 2018.
Onnur mál hava eisini verið, men nú er so farið undir 2.viðgerð av fíggjarlógini.
Væntandi tekur hetta sína tíð, tí væntandi fer andstøðan at krevja, at atkvøtt verður grein fyri grein - og bert tað tekur tveir tímar.
3. og seinastw viðgerðin av fíggjarlógini verður eftir ætlan fríggjadagin.









