Ítróttarfelagið Bragdið skipar ikki einans fyri kappingum men eisini fyri felags rennitúrum. Ein av hesum túrum verður sunnudagin 20. januar, tá felagið skipar fyri langteinarenning, sum verður frá Elduvík til Oyndarfjarðar. Møtt verður við Tórsbreyt kl. 7 um morgunin, og síðan verður koyrt til Elduvíkar. Teinurin er umleið 23 kilometrar.